Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Persónsupplýsingarlógin

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Málbólkur

Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum dagliga starvast í almennari ella kommunalari umsiting og á hendan hátt koma í samband við persónsupplýsingarlógina.

Endamál

Endamálið við skeiðnum er at geva skeiðsluttakarunum innlit í, hvørji krøv persónsupplýsingarlógin setir til viðgerð av persónsupplýsingum, og at gera luttakararnar førar fyri at brúka lógina í dagliga arbeiðnum.

Innihald 

Lógin verður gjøgnumgingin og uppgávur verða loystar í bólkum. Dømi verða tikin frá føroyskum avgerðum á økinum, eisini verður komið inn á útlendskar avgerðir og dómar á økinum. Útgangsstøðið er persónsupplýsingarlógin, men komið verður eisini inn á aðra lóggávu á økinum t.d. revsilógina, lov om forbud mod privates tv-overvågning og mannarættindasáttmálan.

Innihald

Persónsupplýsingarlógin:

  • Lógarøkið, ið lógin fevnir um
  • Munurin millum vanligar og viðkvæmar persónsupplýsingar
  • Krøv at viðgera persónsupplýsingar
  • Persónstalið
  • Flytan av upplýsingum til útlond
  • Reglurnar um innlit og kunning
  • Fráboðanarskylda til dátueftirlitið
  • Loyvi at viðgera viðkvæmar persónsupplýsingar
  • Uppgávurnar hjá dátueftirlitinum
  • Reglurnar um KT-trygd

Eisini verður komið inn á nýggju reglurnar fyri vakmyndatól og hvussu ein kann ferðast tryggari á internetinum, t.d. á sosialum netverkum so sum Facebook v.m.

Undirvísingarháttur

Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og bólkaarbeiði.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið