Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Handfaring av ósemjum á arbeiðsplássum

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

 –   vallærugrein á nýggju Fyrisitingarútbúgvingini

Ikki er óvanligt við ósemjum á einum arbeiðsplássi.

Lær teg at síggja ósemjur sum eina avbjóðing, ið til ber at loysa og sum ein møguleika fyri víðari menning.

Lær teg at síggja møguleikar í eini ósemju

Lær teg at greina, hvørja ávirkan fyriskipanarlig, mentanarlig og persónlig viðurskifti hava, tá ið ósemjur stinga seg upp, og hvønn týdning nevndu viðurskifti hava, tá ósemjur herðast og skulu loysast.

Lær teg at eyðmerkja og greina ávísar ósemjur og meta um, hvørjar strategiir skulu brúkast fyri at loysa stríðið.

Lær teg at vera tilvitaður um, hvussu tú við samskifti og røttum orðalagi fært ment loysnir og  og gott samband og samstarv við borgarar, starvsfelagar og samstarvsfelagar.

Lær teg at vera føran fyri at taka avgerðir á væl gjøgnum hugsaðum grundarlagi, tá samskiftistrupulleikar og ósemjur taka sag upp á arbeiðsplássinum.

Undirvísari

Súsanna Olsen

Stjórnmálafrøðingur

Súsanna er útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá Aarhus Universitet, umframt hevur hon eitt hjánám í sálarfrøði frá Aalborg Universitet. Hon starvast á Setrinum har hon er virkin bæði á Søgu- og Samfelagsdeildini og á Námsvísindadeildini, umframt á Glasir hægri nám. Starvsleið hennara hevur verið, og er undirvísing innan stjórnmálafrøði, sálarfrøði og leiðslu.

Innihald

Høvuðsevni

Persónligir førleikar

  •             Innlit í egnar persónligar og sosialar førleikar
  •             Týdningurin av egnari pesónligheit, tá ósemjur stinga seg upp og skulu viðgerast
  •             Læra at nýta egna egna persónligheitstypu og konfliktstíl til fulnar

Samskifti

  •             Samskifti og ósemjur
  •             Positionering

Sambond

  •             At fáa í lag gott samstarv
  •             Sosialur kapitalur
  •             At skapa í felag
  •             Makt og avmakt

Fatan av eini organisatión og eini ósemju

  •             Ymsar fatanir av organisatiónum og ósemjum
  •             Ósemjur sum drívmegi fyri broytingum
  •             Organisatiónsmentan
  •             Broytingarprosessir
  •             Læring/útbúgving á arbeiðsplássinum

Ósemjutypur og ósemjumodell

  •             Eyðmerking av ósemjum og ósemjumodell
  •             Ósemjutypur

Handfaring av ósemjum

  •             Upprunin til ósemjuna
  •             Mátar at handfara eina ósemju, mekling
  •             Praktisk amboð til at loysa ósemjur

Endamál

Tey lesandi skulu

  •             hava ástøðiliga vitan um ósemjur í organisatiónum
  •             hava vitan at menna samarbeiði  og organisatiónsmentan
  •             hava ástøðiliga vitan um samskifti og leiklutir
  •             megna at skilja og grunda yvir, hvussu ymsar ástøðiligar tilgongdir kunnu brúkast,
  •             tá ósemjur skulu loysast.

Tey lesandi skulu

  • duga at eyðmerkja ítøkiligar ósemjur og gera sítt til at viðgera tær konstruktivt
  • duga at greina, hvønn týdning individuell, organisatorisk og mentanarlig viðurskifti hava, fyri at ósemjur taka seg upp, og tá tær herðast og skulu viðgerast
  • duga at greina og meta um ítøkiligar samskiftistrupulleikar og ósemjur bæði mótvegis borgarum og samstarvsfeløgum
  • duga at meta um, hvørji háttaløg og amboð kunnu nýtast til at menna gott samstarv og handfaring av ósemjum.

Tey lesandi skulu

  • duga at nýta ósemjur sum lopfjøl til at fremja læring og menning á arbeiðsplássinum.
  • duga at fjøltátta og víðka um teirra praktisku møguleikar í viðvíkjandi samarbeiði og loysn av ósemjum
  • duga at fara skilagott til verka í sambandi við samskiftistrupulleikar og ósemjur bæði mótvegis borgarum og samstarvsfeløgum
  • duga at taka lut í tilgongdum at loysa ósemjur í samstarvi við ymsar aktørar á arbeiðsplássinum
  • duga at vera við til at menna eina uppbyggjandi ósemjumentan á arbeiðsplássinum
  • duga at vísa, at tey megna at meta um  egnan leiklut í sambandi við ósemjur.

Kravd uppgáva

Tann lesandi skal skriva og lata inn eina synopsu fyri at verða egnaður til endaligu próvtøkuna.

Próvtøkuháttur 

Endamálið við munnligu próvtøkuni er at skjalfesta í hvønn mun tann lesandi uppfyllir læruúrtøkurnar, sum eru álagdir fyri skeiði.

Tímatal

Uml. 70 undirvísingartímar
PRÓVTALSSTIGI Galdandi próvtalsstigi


TILMELDINGARFREIST

22. august2022

TÍÐARÆTLAN

Skeiðið byrjar fyrst í september 2022 og undirvíst verður ein dag um vikuna, í íalt 10 vikur.

KL.

08.30-15.15 (Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi.

STAÐ

Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn

 

Umbið skeið

Onnur skeið