24. jan. 2025
skeiðsbyrjan
24. jan. 2025
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Øll málsviðgerð eigur at vera so trygg og góð sum tilber. Fyrisitingarlóg og lóg um alment innlit seta krøv til málsviðgerðina og til einstaka málsviðgeran. Málsnøgdirnar minka ikki og av og á kann tykjast trupult at røkka øllum, ið gerast skal.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum innlit í málsgongdir, frá tí mál tekur seg upp, til tað er liðugt viðgjørt, og aftrat hesum greiða frá ymsum fyribrigdum, ið lætta um og samstundis tryggja eina góða málsgongd. Eisini verður nortið við, hvussu mál verða varðveitt á besta hátt, so at innihaldið ikki fær skaða ella verður burtur.
Skeiðið er ætlað málsviðgerum, starvsfólkum o.ø. á almennum stovnum, sum í dagliga yrki sínum takast við málsavgreiðslu.
Skeiðið er skipað sum ástøðilig frálæra í fyrilestraformi og kjaki. Arbeitt verður við dømum og spurningum úr gerandisdegnum.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.