8 tímar
undirvísingartímar
8 tímar
undirvísingartímar
20. sept. 2022
skeiðsbyrjan
2.250,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum, sum áður hava verið á skeiðnum Fyrisitingarlógin og málsviðgerð, eina dagføring. Eisini er skeiðið ætla teimum, sum vilja hava innlit í Fyrisitingarlógina og málsviðgerðina.
Skeiðið er ætlað málsviðgerum í almennu fyrisitingini umframt øðrum, sum í dagliga starvi sínum koma í samband við fyrisitingarlógina
Málsviðgerðarreglurnar í fyrisitingarlógini og reglurnar um góðan fyrisitingarsið, verða gjøgnumgingnar, viðgjørdar og útgreinaðar:
Eisini verður greitt nærri frá skylduni at skriva upp (notatskylda).
Dømi frá m. a. dómstólunum, danska og føroyska umboðsmanninum verða tikin við í tann mun, tey kunnu lýsa nevndu málsviðgerðarreglur nærri.
Skeiðið fer eisini at viðgera tær fyrisitingarligu grundreglurnar, sum ikki eru lógarfestar. Hetta eru m. a. reglurnar um lóglig fyrilit, proportionalitet, heimild og líkskap. Hugt verður eisini eitt sindur at málsviðgerðarsiði annars, t. d. málsviðgerðartíð.
Nortið verður eisini við uppgávurnar hjá Løgtingsins umboðsmanni, eins og hvønn týdning umboðsmaðurin hevur fyri fyrisitingina sum heild.
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og uppgávu- og bólkaarbeiði.
Óli Høgnesen
Cand. jur og fyrrverandi advokatur
Óli Høgnesen hevur drúgvar undirvísingarroyndur bæði úr Danmark og Føroyum og hevur eisini virkað sum advokatur í nógv ár.
12. september 2022
20. september 2022
08.30-16.00 (Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi)
Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn