16 tímar
undirvísingartímar
16 tímar
undirvísingartímar
7. des. 2021
skeiðsbyrjan
Kr. 4.750,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Endamálið við skeiðnum er at geva luttakarunum eina greiða fatan av teimum krøvum til málsviðgerðina, sum m.a. fyrisitingarlógin setur.
Skeiðið er ætlað málsviðgerum í almennu fyrisitingini umframt øðrum, sum í dagliga starvi sínum koma í samband við fyrisitingarlógina
Málsviðgerðarreglurnar í fyrisitingarlógini verða gjøgnumgingnar, viðgjørdar og útgreinaðar:
Eisini verður greitt nærri frá skylduni at skriva upp (notatskylda).
Dømi frá m. a. dómstólunum, danska og føroyska umboðsmanninum verða tikin við í tann mun, tey kunnu lýsa nevndu málsviðgerðarreglur nærri.
Skeiðið fer eisini at viðgera tær fyrisitingarligu grundreglurnar, sum ikki eru lógarfestar. Hetta eru m. a. reglurnar um lóglig fyrilit, proportionalitet, heimild og líkskap. Hugt verður eisini eitt sindur at málsviðgerðarsiði annars, t. d. málsviðgerðartíð.
Nortið verður eisini við uppgávurnar hjá Løgtingsins umboðsmanni, eins og hvønn týdning umboðsmaðurin hevur fyri fyrisitingina sum heild.
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og uppgávu- og bólkaarbeiði.
Óli Høgnesen
Cand. jur og fyrrverandi advokatur
Óli Høgnesen hevur drúgvar undirvísingarroyndur bæði úr Danmark og Føroyum og hevur eisini virkað sum advokatur í nógv ár.
Undirvíst verður týsdagin og mikudagin 7. og 8. desember 2021
08.30-16.00
30. november 2021
Undirvíst verður í handilsskúlabygninginum (yvirav Glasir), Janusargøta 2, Tórshavn.
Byrjað verður kl. 08.30 í reyða handilsskúlabygninginum, stova 771 og kl. 09.00 bjóða vit morgunmat á Glasi, har vit eisini fáa døgurða kl. 12.15.