Innanhýsis útbúgvingartilboð

HAVA TIT TØRV Á EINi NÝGGJARI ÚTBÚGVING ?

Fleiri og fleiri virki og stovnar ynskja at hava skeið ella útbúgvingar á teirra egna arbeiðsplássi í samstarvi við veitaran.

Her kann talan vera um skeið og útbúgvingar:

  • sum Skeiðsdepilin bjóðar út í verandi líki.
  • sum Skeiðsdepilin bjóðar út, men sum virki og stovnar ynskja at laga til egnan tørv.
  • sum ikki er boðin út áður.

Nógvir fyrimunir eru við innanhýsis undirvísing. Tað kann ofta vera bíligari, og somuleiðis kann ein fáa størri gagn av nýggju vitanini, tá ein heilur starvsfólkabólkur hevur luttikið á sama skeiði ella somu útbúgving. Í hesum føri er eisini lættari at nýta lærdómin í verki.

Øll skeið, sum eru lýst á heimasíðuni, kunnu lagast til innanhýsis undirvísing.

Um tørvur er á skeiðum, sum ikki eru lýst á heimasíðuni, tosa vit fegin við tykkum, um at gera eina skraddaraseymaða skeiðsætlan, sum kann nøkta júst tykkara tørv.