Grundarlag, visión og virði

GRUNDARLAG

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftirútbúgving og hægri námi á Glasi.

Skeiðsdepilin hevur góðar karmar og umstøður til førleikamenning, bæði til fyritøkur og einstaklingar.

Vit vilja geva næmingum og skeiðsluttakarum vitan, mót og førleikar at fremja sett mál í verki.

VISIÓN

Vit vilja arbeiða fram ímóti, at:

  • vera fremst, tá ið stovnar og fyritøkur ynskja eftirútbúgving
  • skapa ávirkan innan eftirútbúgvingarøkið
  • útbúgva í tøttum samstarvi við vinnulív og tað almenna
  • skapa serstaka góðsku við støðu í eftirmetingum
  • bjóða serstøk skeið og serstakar útbúgvingar í Føroyum 

VIRÐI

Uttanhýsis:

  • Vit vilja vera álítandi samstarvsfelagi hjá okkara viðskiftafólki
  • Vit ynskja at fremja góð úrslit á øllum økjum
  • Vit dagføra okkara vitan uttanlands og heima 

Innanhýsis:

  • Vit virðismeta, at øll ikki eru eins
  • Vit vilja menna førleikarnar hjá tí einstaka
  • Vit skulu læra av hvørjum øðrum
  • Vit fremja úrslit í felag
  • Vit hjálpa hvørjum øðrum