28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
– Intensivt 2-daga skeið
Á skeiðnum vera spurningar viðgjørdir so sum: Hví veita eina góða tænastu, tá talan ikki er um vøru ella tænastu, men ein almenn tænastuveiting? Hvat liggur í Fyrisitingarlógini um tænastu?
Innan tað almenna hava lógir og reglar stóran týdning og eru í nógvum førum lættari at handfara enn væntanirnar hjá brúkaranum til tað almenna. Á skeiðnum verður arbeitt við, hvussu tú tekur støði í tí einstaka brúkaranum, teirra áhugamálum og motivatión. Øll skulu viðfarast eins – tí skulu tey viðfarast ymiskt, og samskiftið tillagast í mun til støðuna – tað er góð tænasta.
Tað, sum ger allan munin – tú
Sum brúkari hjá tí almenna fær ein oftani eina viðferð, ið sum so einki er galið við, men sum er eyðkend við frástøðu. Góð almenn tænasta er eisini at tora at vera seg sjálv/ur og at geva eitt sindur í samskiftinum við brúkaran. Tað er tá, tað er stuttligt og skapar arbeiðsgleði at geva eina tænastu.
Á skeiðnum fært tú vitan og tilvitan um góða og ringa tænastu í mun til Fyrisitingarlógina. Arbeitt verður við ymsum brúkaratypum og at tillaga tænastuna í mun til einstaka brúkaran.
Á skeiðnum verður eisini arbeitt við at skapa eitt uppbyggjandi samskifti og innlit í, hvat er avgerandi fyri, at brúkarin kennir seg hoyrdan og sæddan. Kanningar vísa, at vit eru ikki før fyri at taka ímóti upplýsingum, um vit ikki eru trygg og hava álit á tann, vit tosa við.
Tú fært mannagongdir um, hvussu tú handfer truplar støður, og at venda støðunum til eitt uppbyggjandi samskifti og góð áhaldandi viðurskifti millum teg og brúkaran.
Skift verður millum ymsar arbeiðshættir á skeiðnum. Undirvísingarhátturin er ástøðiligur og praktiskur. Støði verður tikið í føroyskari mentan og í egnum royndum hjá luttakarunum.
{module_contentholder,112816}
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.