8 tímar
undirvísingartímar
8 tímar
undirvísingartímar
21. sept. 2022
skeiðsbyrjan
2.250,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
8 tímar
undirvísingartímar
21. sept. 2022
skeiðsbyrjan
2.250,-
kostnaður
Flestu kærir til Løgtingsins Umboðsmann viðvíkja kærir um m.a. alment innlit, tí er neyðugt, at málsviðgerðar og onnur innan almennu fyrisitingina kenna reglurnar í Innlitslógini . Á skeiðnum fáa luttakarunum eina greiða fatan av lógini um innlit í fyrisitingina og dentur verður lagdur á hvussu eitt nú áheitanir frá fjølmiðlum og almenninginum um alment innlit skulu viðgerðast.
Skeiðið er ætlað málsviðgerum í almennu fyrisitingini umframt øðrum, sum í dagliga starvi sínum koma í samband við innlitslógina.
Reglur um innlit á ymiskum lógarøkjum verða umrøddar. Innlitslógin verður gjøgnumgingin, viðgjørd og útgreinað. Hetta fevnir m.a. um:
Viðkomandi dømi frá m.a. dómstólum, danska og føroyska umboðsmanninum verða tikin við í tann mun, tey kunnu lýsa nevndu reglur nærri.
Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur og kjak. Eisini verður uppgávu- og bólkaarbeiði, har luttakarar fáa høvi til at royna lógina í verki.
Óli Høgnesen
Cand. jur og fyrrverandi advokatur
Óli Høgnesen hevur drúgvar undirvísingarroyndur bæði úr Danmark og Føroyum og hevur eisini virkað sum advokatur í nógv ár.
7. september 2022
21. september 2022
08.30-16.00 (Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi)
Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn