7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
– partur av nýggju Fyrisitingarútbúgvingini
Ert tú kønur í reglunum viðvíkjandi málsviðgerð? Styrk tínar førleikar í arbeiði tínum sum málsviðgeri í fyrisitingini. Tú lærir um málsviðgerðarreglurnar í eitt nú fyrisitingarlógini og innlitslógini. Tú lærir um endamálið við reglunum, og hvussu tær kunnu nýtast ítøkiliga, so tú fært betri dygd í tína málsviðviðgerð frá byrjan til enda.
Lær at skilja ymisku síðurnar í málsviðgerðini og fá førleikar til at greina og meta um ítøkiligar málsgongdir frá byrjan til enda.
Her lærir tú út í æsir um tær meginrættarreglur, sum galda á almenna økinum, og tú lærir, hvussu reglurnar verða nýttar í royndum.
Tú mennir eitt hegni , sum hjálpir tær at lúka tørvin á rættari málsviðgerð og samstundis hava neyðug fyrilit fyri rættartrygd borgaranna.
Á skeiðnum arbeiða vit við yrkisrættaðari venjing, har tú lærir at greina eitt mál, soleiðis at tú kanst leggja til rættis og viðgera mál á tínum arbeiðsøki á skilabestan hátt.
Høvuðsevni á skeiðnum:
Málsviðgerðarparturin verður bjóðaður fram í samstarv við “Komponent – Kommunernes Udviklingscenter”. Komponent er, eitt felag, sum tær donsku kommunurnar eiga.
Fyrisitingarútbúgvingin er ein smidlig uppbygd framhaldsútbúgving. Tú kanst taka ein part ella tveir partar ella alla útbúgvingina. Tekur tú tríggjar kravdar partar. tveir valfríir partar og gert endaligu verkætlanina (tils. 60 ECTS -stig) innan fyri 6 ár, hevur tú fulla fyrisitingarútbúgving á akademistigi.
Serstøk viðurskifti
Málsviðgerðarparturin er á akademistigi og kann vera partur av fyrisitingarútbúgvingini.
Upptøka á útbúgvingi krevur EINA av hesum útbúgvingum:
Somuleiðis verður kravt at umsøkjarin hevur í minsta lagi 2 ára viðkomandi vinnulívsroyndir eftir at hava lokið útbúgving, sum gevur atgongd til Fyrisitingarútbúgvingina.
Próvtøkuháttur og ECTS-stig
Munnlig próvtøka við støði í eini settari uppgávu. Luttakarin fær eitt samdøgur at fyrireika seg í. Próvtøkan telir 10 ECTS-stig
Tilmelding, kostnaður og tíðarætlan
Kostnaður: kr. 16.500,- (íroknað fullan kost)
Tíðarætlan: Undirvísing er eina ferð um vikuna í 10 vikur frá kl. 08.30 til kl. 14.45 (tó ikki í heystferiuni )
Undirvísarar: Elinborg Apol er løgfrøðingur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn. Hon hevur starvast sum fulltrúi í Innlendismálaráðnum og Fiskimálaráðnum og er nú ráðgevi hjá Løgtingsins umboðsmanni.
Gudrun Mortansdóttir Nolsøe hevur lisið løgfrøði við Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn og hevur starvast sum fulltrúi á lógartænastuni síðani 2008, við ábyrgd av m.a. fyrisitingarrætt og revsirætt.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.