Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Almenn kunda- og telefontænasta

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Hvat siga kundarnir um ta tænastu, tey fáa á tínum stovni? Avgreiðir tú teirra ørindi soleiðis, at tey eru nøgd, líkamikið um svarið tey fáa er játtandi ella noktandi?

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er ætlað øllum innan almennu fyrisitingina og umsitingina og er ein náttúrligur partur í útbúgvingini av starvsfólkum á øllum almennum stovnum.

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakarunum eina greiða fatan av, hvat góð og nøktandi kunda– og telefontænasta er.

INNIHALD

Á skeiðnum verður ljósið sett á teg og tíni viðskiftafólk. Tú verður varugur við tínar sterku og veiku síður. Tú fært amboð og vitan til at menna og betra tína tænastu. Tað gerst tær greitt, hvussu viðskiftafólk kenna seg viðfarin og hvat tey vænta sær av tíni tænastu. Ein ætlan verður løgd fyri at menna og betra tína kundatænastu.

Evnini, ið verða viðgjørd, eru:

  • Tænastumentan
  • Persónligir eginleikar
  • Kundin
  • Verkætlan
  • Eftirmeting og átøk

Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur og kjak. Eisini verða uppgávu- og bólkaarbeiði, har luttakarin fær høvi til at royna seg í verki.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið