Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Vilt tú vera serkønur í dátuvernd?

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Starvast tú við dátuvernd í eini privatari fyritøku ella almennum stovni, so er hetta eitt skeið fyri teg. Eftir trimum døgum fært tú skil á reglunum og tí verkliga í sambandi við at lúka dátuverndarkrøv. Tað eru serfrøðingar í dátuvernd frá Wired Relations, sum undirvísa. Teir arbeiða saman við fleiri enn 100 føroyskum stovnum og fyritøkum.

Talan er um tríggir skeiðsdagar frá byrjara, til roynd til sera roynd. Tú kanst byrja á tí stigi, sum tú hevur hug til, men tað snýr seg ikki um eina veruliga útbúgving.

Tá ið skeiðið er liðugt:

  • Tú hevur fingið greiðu á hugtøkum og reglum
  • Tú veitst, hvussu tú kortleggur skipanir, veitarar og viðgerðarvirksemi og harvið gert taðyvirlit, sum lýkur krøvini hjá Dátueftirlitinum
  • Tú røkir, hevur eftirlit við og tryggjar áhaldandi, at tit sum stovnur ella fyritøka lúka dátuverndarkrøv.

Skeiðið fevnir sostatt um reglur, men eisini um verkætlanarstýring og tað áhaldandi arbeiðið at lúka dátuverndarkrøv – og Wired Relations ger tað lætt og høgligt.

Undirvísingin verður skipað soleiðis, at hon skiftir millum ástøði og verkligt arbeiði. Er dátuvernd nýtt fyri teg, fert tú longu at vera væl í gongd við arbeiðið, tá ið skeiðið er liðugt. Ert tú longu komin væl ávegis, fert tú at hava gjørt tína skrá um at lúka dátuverndarkrøv uppaftur betri. Skeiðið fer at gagna øllum.

Undirvísari

Anna Dall Pedersen

Cand jur. við sergrein í persóndátarætt. Privacy Specialist í Wired Relations

Anna Dall Pedersen er útbúgvin cand. jur. við sergrein í persóndátarætti og Privacy Specialist í Wired Relations. Anna hjálpir kundunum hjá Wired Relations at verða og verða verandi compliant og hon hevur samstundis innanhýsis ábyrgdina av compliance í fyritøkuni.

Undirvísari

Marie Bjerre Simonsen

Cand. jur. og GDPR & Compliance Advisor í Wired Relations

Marie er útbúgvin cand. jur. og GDPR & Compliance Advisor í Wired Relations.Hon hevur arbeitt við verkseting og rakstri av verndarforritum í Roknskaparstýri Verjumálaráðsins og Motorstýrinum. Hon hevur fakligu ábyrgdina av GDPR í Wired Relations.

TÍÐARÆTLAN

Tríggir skeiðsdagar, sum kunnu takast í einum, ella tú byrjar á tí stigi, sum tú hevur hug til.

29. oktober – Fyri byrjarar

1. november – Fyri roynd

2. november – Fyri sera roynd

Skrivið vinaliga í viðmerkingarfelti í tilmeldingini, um tit ynskja at taka allir tríggir skeiðsdagarnar, ella hvørjir dagar tit ynskja at luttaka.

Tilmeldingarfreist

12. oktober 2021

Kl.

08.30-15.15 (Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi)

Stað

Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn

Undirvísarar

Serfrøðingar frá Wired Relations.

Kostnaður
Hvør skeiðsdagur kostar kr. 2.750,-

Tekur tú allar tríggar skeiðsdagarnar, fært tú ein skeiðsdag fyri hálvan prís (kr. 1.375,-)

Umbið skeið

Onnur skeið