7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
At duga sítt móðurmál til lítar er ein førleiki, ið krevst í flestum størvum.
Kennir tú teg ikki nóg stinna/n í stavseting, bending og teknseting, er hetta eitt skeið fyri teg.
Skeiðið er ætlað øllum, ið hava tørv á at gerast kønari í rættskriving og sum vilja læra at orða seg betur og greiðari.
Endamálið við skeiðinum er at geva luttakaranum innlit í føroyska mállæru og orðalag, so tað verður lættari at skriva ein rættan og greiðan tekst.
Skeiðið fevnir um hesi evni:
– Navnorð
– Sagnorð
– Lýsingarorð
– Hjáorð
Framløga í PowerPoint, meðan greitt verður frá. Undirvísingin verður stuðlað við uppgávum, ið verða loystar í tímanu.
Undirvíst verður frá kl. 08.30 til 12.00 eina ferð um vikuna í sjey vikur. (tó er morgunmatur frá kl. 9.00 til 09.30 í kantinuni á Glasi)
Marjun Arge Simonsen
Cand.phil. í norðurlendskum, serstakliga føroyskum, máli og bókmentum
Marjun A. Simonsen er málfrøðingur og hevur virkið Orðafragd. Hon hevur starvast á Føroyamálsdeildini 1987-2001, har hon eitt nú arbeiddi sum ein av ritstjórunum á Føroysku orðabók. Í virki sínum hevur hon drúgvar royndir sum skeiðsundirvísari. Harumframt virkar hon m.a. sum ráðgevi, tá ið føroyskt vísindamál skal mennast, skipar framløgur, týðir og rættlesur. Harumframt er at nevna, at hon er høvundur at bóklinginum Málráð. Hvussu orða vit okkum á rættan hátt, ið kom út í 2013.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.