Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
OK
Ávaring
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn. Ynskir tú at sløkkja?
Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast
Sálarfrøði og Samskifti
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Umbið skeið
– kravdur partur av nýggju Fyrisitingarútbúgvingini
Endamál
Skeiðið skal verða við til at menna persónligu og fakligu førleikarnir hjá tí lesandi, innan økið sálarfrøði og samskifti.
Endamálið er at tann lesandi megnar at analysera samanhangir tey sum starvsfólk eru ein partur av, á teirra almenna/privata arbeiðsplássi, útfrá einum sálarfrøðiligum og samskiftisligum vinkli.
Víðari er endamálið at viðvirka til at tann lesandi á ein konstruktivan og yrkisligan hátt kann verða við til eina framhaldandi menning og broyting av skipanini og samskiftinum á arbeiðsplássinum.Til endans er endamálið at tann lesandi fær betri og breidri innlit í og fatan av hvørjar sálarfrøðiligar og samskiftisligar mekanismur og sambond ávirka samanspælið millum borgara, starvs- og samstarvsfelagar.
Undirvísari
Bjørt Lind
Løggildur sálarfrøðingur
Bjørt Lind, løggildur sálarfrøðingur. Starvast í løtuni sum námslektari á Setrinum, og er eisini privatpraktiserandi sálarfrøðingur. Bjørt Lind hevur kliniskar royndir frá m.a. Barna og ungdómspsykiatriini í Fø og Dk, barnaheimið og varðhaldsfongsli í DK.
Læruúrtøka
Eftir lokið skeið, skal hin lesandi
hava innlit í og vitan um ymiskar sálarfrøðiligar rætningar og ástøðir
skilja, út frá einum sálarfrøðiligum vinkli, hvussu og hví vit sum starvsfólk, borgari og starsfelagi gera (agera) sum vit/tey gera
skilja hvussu persónligur hugburður og fordómar ávirka relationir millum menniskju, og kunna skilja millum persónligan og yrkisligan hugburð.
kunna analysera broytingarprocessir, skilja reaktiónsmynstur, positiónir og handfaringsstrategiir hjá ymisku pørtunum.
kunna reflektera yvir etisk sjónarmið í samrøðum, og teirra egnu rollu sum samskiftandi menniskja
kunna identificera, analysera og meta um týðandi sálarfrøðiligar spurningar á arbeiðsplássinum
síggja truplar støður út frá fleiri ymiskum sálarfrøðiligum sjónarhornum
kunna meta um fyrimunar og vansar við ymiskum sálarfrøðiligum háttum og amboðum, serliga í mun til sína egnu persónligu menning
kunna analysera og meta um mekanismurnar í tí sálarliga umhvørvinum á arbeiðsplássinum
kunna analysera eina samskiftissekvens og seta fram aðrir samskiftis møguleikar
megna at strukturera og leiða eina samrøðu, við tí endamálið at skapa ein konstruktivan dialog.
INNIHALD
Ymiskir sálarfrøðiligir rætningar
Persónlig menning og týdningin av relatiónum
Persónligheitstypur
Sálarligt arbeiðsumhvørvi/stress/coping
Hugburðar/fordómar/virðir
Motivatión og tørvur
Toymir/bólkar/rollur/dynamikkur
Samstarv og tvørfakligheit
Sálarfrøði í einum samfelagsligum sjónarhorni
Makt og empowerment
Transaktionsanalysa/assertion
Positiónir (aktør/offur)
Starvsfelagin sum samskiftari
Kynstri at duga at samrøða
Førleikar
Tann lesandi skal
veita persónligar og fakligar broytingar á egnum arbeiðsplássi og bera seg kritiskt at í mun til egnu rolli í møtinum millum borgara, starvs- og samsstarvsfelaga
megna at brúka sína egnu fatan av sosialu og mentaðarligu ymiskleikunum hjá borgarinum til at menna kvalitetin í samstarvinum og arbeiðinum við borgarin
luttaka í tvørfakligum samstarvi út frá einari yrkisligari tilgongd
áhaldandi útvikla seg persónliga og fakliga og megna at samantvinna teirra vitan um sálarfrøði og samskifti við praksis
Kravd uppgáva
Tann lesandi skal skriva og lata inn eina kravda uppgávu fyri at verða egnaður til endaligu próvtøkuna.
Próvtøkuháttur
Endamálið við próvtøkuni er at skjalfesta í hvønn mun tann lesandi uppfyllir læruúrtøkurnar, sum eru álagdir fyri skeiði.
Próvtøkan er ein spurdómsstýrd skrivlig uppgáva. Tann lesandi hevur 48 tímar at svara spurningunum.
Tímatal
Uml. 70 undirvísingartímar PRÓVTALSSTIGI Galdandi próvtalsstigi GRUNDBÓK Fjordbak, Jan (2019) “Psykologi og kommunikation”, COK – Center for Offentlig Kompetenceudvikling
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.