Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Grundskeið í MS-Project

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Inngangur

MS-Project er eitt amboð, har tú fært yvirlit yvir tíð, arbeiðsmegi og kostnað og er eitt hent amboð at:

  • Stovna og flokka uppgávur
  • Leggja til rættis tíð
  • Leggja til rættis manning
  • Fylgja upp, tá ætlanir ikki halda
  • Seta tiltøk í verk fyri at koma aftur á beint
  • Skjalføra tilrættilegging og uppfylging

Endamál

Endamálið við skeiðinum er, at læra at brúka MS-Project til at leggja til rættis størri og smærri prosjekt ella bara til eitt privat tiltak.

Málbólkur

Øll, sum ynskja at læra at brúka MS-project at tilrættileggja størri verkætlanir, smærri prosjekt ella bara privat tiltak. Luttakarar hava nakað av teldukunnleika og duga onnur MS-office forrit, td. Word og Excel.

Innihald

Á skeiðinum verður grundleggjandi undirvísing í MS-Project. Fyrrapart er frálæra í funkum og uppseting av tíðarætlan . Seinnapart stovna luttakarar síni egnu “prosjekt” og fáa hjálp eftir tørvi. Undirvíst verður í:

Kom í gongd við MS-Project

  • Hvat er MS-Project
  • Gjøgnumgongd av valmyndum og grundleggjandi funkum
  • Stovna verkætlan og tilrættileggingarhátt

Ger tíðarætlan

  • Kalendari og arbeiðstíð
  • Stovna høvuðsuppgávur, undiruppgávur og mílasteinar
  • Sambinding av uppgávum, umskaring og millumbil
  • Venjing við einfaldum A, B, C høvuðsuppgávum & 1, 2, 3 undiruppgávum

Tilfeingi & kostnaðir

  • Stovna og tilluta arbeiðsmegi
  • Tilluta uppgávunum kostnaðir

Uppfylging av tíðarætlan 

  • Samanber gongdina við uppunaligu ætlanina
  • Vís framdráttarlinju

Uppseting av tíðarætlan

  • Tekst- og súlu- útsjónd
  • Gittarlinjur
  • Útskriva tíðarætlanir og støðu- frágreiðingar

Annað

Neyðugt er at hava egnu teldu við. 
Vit hava licens til MS-Project og áðrenn skeiðið byrjar, senda vit luttakarunum neyðugu upplýsingarnir fyri at kunna downloada forriti á telduna. Hetta má gerast áðrenn skeiðið byrjar.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.