Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Skeið í persónligari trygd í samband við arbeiði við epoxy og isocyanatum

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Tað er vandamikið at arbeiða við evnum, ið innihalda epoxy og isocyanatir, og tað er tí umráðandi at duga at fyrihalda seg til hesi evnini í arbeiðsdegnum.

Endamál

Tú lærir at arbeiða við epoxy og isocyanatir á ein heilsu- og tryggan hátt í mun til tín sjálvs og onnur rundan um teg.

Málbólkur 

– Handverkarar- Húsasmiðir- Entreprenørar- Málarar

Innihald

Á skeiðinum verður hetta viðgjørt:

  • kunnleika um heilsuvandar í sambandi við arbeiði við evnum, ið innihalda epoxy og isocyanatir
  • substitutionskyldu og møgulig forboð um nýtslu av evnum
  • velja og at nýta rætta persónliga verndarútgerð við hjálp av brúkaravegleiðingum og møguligum kotunumrum
  • reinføri og trygdartiltøk í sambandið við arbeiði
  • fyrstahjálp í sambandi við óhapp við evnum, ið innihalda epoxy og isocyanatum
  • handfaring av burturkasti
  • trygging av arbeiðsplássi, meðan arbeitt verður við epoxy og isocyanatum

Undirvísingarháttur

Undirvísingin verður skipað sum ástøðilig frálæra í fyrilestrarformi og kjaki

Undirvísari

Páll Árni Berg

Leiðandi lærari á bildeildini á Glasi

TILMELDINGARFREIST

30. mai 2022

TÍÐARÆTLAN

7. og 8. juni 2022

KL.

08.30-16.00 (Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi)

STAÐ

Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn

Umbið skeið