Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Skeið í at seta stilass upp

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Vandamikið kann vera at seta upp og arbeiða á einum stilassi, ofta verður arbeitt í høgum hæddum, løgnum arbeiðslegum og mangan skulu tung arbeiðsamboð handfarast. Harumframt kann veðrið hava sína ávirkan, eitt nú, tá stormur ella kavi er.

Endamál

Endamálið við skeiðnum er at tryggja, at uppseting og niðurtøka av einum stilassi verður gjørd á ein fullgóðan hátt. Luttakararnir skulu kunnu ganga trygt á einum stilassi og hava tryggar umstøður, tá arbeitt verður á og við einum stilassi. Harumframt skulu øll kunna ganga trygt undir stilassinum ella verða leiðbeind ein tryggan veg.

Málbólkur

  • Handverkarar
  • Húsasmiðir
  • Entreprenørar
  • Málarar
  • Tak-áleggjarar
  • Vindeygu- / fasadu montørar
  • og onnur, sum skulu upp í hæddir

Innihald

Frálæra um uppseting/niðurtøku av stilassi og trygd í hesum sambandi. Hesi stilass verða gjøgnumgingin:

  • Rullustilass
  • Fasadustilass
  • Bukkastilass (bert ein stutt frágreiðing)

Ein av døgunum verður farið til LYFTA (á Hjalla 30, Hoyvik), har vit fara at seta upp og taka niður eitt rullustilass.

Undirvísingarháttur

Undirvísingin verður skipað sum ástøðilig frálæra í fyrilestrarformi, kjaki og verkligum royndum

Praktiskt – Arbeiðsklæðir o.a. at hava við

Neyðugt er at hava hóskandi klæðir og handskar til skeiðið, harumframt trygdarskógvar. Vit útvega hjálmar til luttakararnar.

Skeiðið er tveir dagar og ein av døgunum verður undirvíst hálvan dag á LYFTA (á Hjalla 30, Hoyvík)

Stuðul

Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkanna og Føroya Handverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytinar fyri stuðli eru uppfyltar.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið