7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Skeiðið vendir sær til fólk, sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv ella leiðaralíknandi størv í tí privata ella almenna økinum, ella vænta at fáa leiðsluábyrgd og sum vilja hava størri leiðslufakligt støði. Royndir leiðarar, sum hava fingið nýggjar arbeiðs- og leiðslufunktiónir kunnu eisini taka hetta skeiðið fyri at dagføra sínar førleikar sum leiðarar.
Skeiðið er dagskeið og varar 10 dagar, yvir áleið 3 mánaðir.
Høvuðsendamálið við skeiðinum er at læra, hvat góð leiðsla er og verða meiri tilvitaði um leiðslu. Dentur verður m.a. lagdur á:
Skift verður ímillum stutt modul, sum vara 2 dagar, heimauppgávur og cases, sum taka støði í tínum dagliga arbeiði, venjingar og fyrilestrar.
Skeiðið er skipað sum 5 modulir:
Á GLS gera lesandi uppgávu við útgangsstøði í egnari leiðslu og starvi. Uppgávan er uml. 6-10 síður í vavi. Uppgávan verður eftirmett á tann hátt, at lesandi leggja fram egna uppgávu og geva og fáa eftirmetingar frá hinum lesandi og frá undirvísaranum.
Um lesandi ynskja tað, ber til at fara til munnliga próvtøku í Leiðslu í verki á Akademiútbúgvingini á Glasi, Marknagil. Hesar upptøkutreytir ery fyri at fara til próvtøku á AÚ (skal skjalprógvast):
Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð)
ella
– Gymnasiala miðnámsútbúgving
og
– 2 ára viðkomandi royndir
Í samband við munnligu próvtøkuna, verður ein vinnuuppgáva (erhvervscase) gjørd. Vinnuuppgávan er antin ein stutt lýsing av eini støðu (2 síður) ella til dømis ein stutt sjónbandaframløga, powerpointframløga ella líknandi, sum lýsir eina viðkomandi, veruleikakenda støðu frá egnum starvi. Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telur 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á Leiðslu í verki á Akademiútbúgvingini, skulu boða Skeiðsdeplinum frá, tá skeiðið byrjar á telduposti rro@glasir.fo. Kostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.