Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Viðurkennandi leiðsla

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

– Appreciative Inquiry (AI) – Finn tínar styrkir við AI!

Innihald

undirvising-noterarLeiðsluhátturin Viðurkennandi leiðsla snýr seg í stuttum um at geva tí, ið virkar, gætur. Sum dømi: góð úrslit – ágrýtni hjá tær at leiða, og ágrýtni hjá tínum starvsfólkum at fáa, sum mest burturúr.

Tað snýr seg um at seta ein viðurkennandi prosess í gongd í fyritøkuni. Ein prosess, ið sæst aftur á deildum og hjá starvsfólkinum. Teir leiðarar, ið skilja týdningin av at skapa eina viðurkennandi, motiverandi atgongd til gerandisdagin og til teir arbeiðshættir , sum skapast í fyritøkuni, vilja sum heild fáa eygu á, hvat fyritøkan veruliga er før fyri, og hvar styrkin longu er í fyritøkuni.

Sum leiðari stendur tú ofta og grundar yvir m.a. fylgjandi:

  • Mótstøða ímóti broytingum
  • Áhaldandi vaksandi mongdina av meir ella minni áhugaðum fundum
  • Starvsfólk, ið sýna lítlan áhuga fyri sínum arbeiði og tí ikki geva frá sær nær námind av tí besta, tey kunna
  • Sjúkrafrávera, ið er stór og kanska alt ov stór
  • Klagur frá viðskiftafólki -rættleiðingar til hesar – óneyðug arbeiðsorka

Ein viðurkennandi leiðsluháttur viðvirkar til, at starvsfólkið gevur tað besta í sær, til gagns fyri seg sjálvan og fyritøkuna

Málbólkur

  • Leiðarar, ið hava ábyrgd av at menna starvsfólkastyrkina í síni fyritøku/deild
  • Leiðarar, ið vilja bjóða sær sjálvum av, og á henda hátt viðvirka til, at bæði leiðarin og starvsfólkini gera sítt besta fyri fyritøkuna

Endamál

  • At geva tær sum leiðara innlit í grundhugtakið og tilgongdina í Viðurkennandi leiðslu
  • At geva tær nøkur amboð, soleiðis at tú ert før/-ur fyri at seta í gongd viðurkennandi leiðslu í tíni fyritøku/deild

Skeiðið fevnir um

  • AI-hugsunarháttin
  • Viðurkennandi spyrjiteknikk – høvuðslykilin til týdningarmiklar samrøður við tíni starvsfólk
  • Trupuleika og/ella møguleikahugsan
  • 5 D fyrimyndin – møguleiki at royna hana á skeiðnum
  • Reframing – CMM – felags 3 øki
  • Fremjingaramboð til nýtslu í egnum leiðslurúmi
  • Sparring við aðrar leiðarar – og harvið innlit í, hvussu teir fara í holt við menningina
  • Seta hugskot í verk

Á skeiðnum verður arbeitt innan omanfyrinevndu øki. Hetta fyri at seta fokus á tað, sum virkar, og á henda hátt venda ofta neiligu tilgongdini.

Skeiðið gevur tær fylgjandi amboð innan Viðurkennandi leiðslu:

  • Hvussu fái eg skapt ágrýtni millum starvsfólk – við bert at tey luttaka í AI-tilgongdini
  • Hví er tað meiri umráðandi at gerast klókur av góðum úrslitum, enn klókur av feilum
  • Hvussu vendi eg hugsunarháttinum hjá hvørjum einstøkum starvsfólki at síggja, at broyting kann verða menning, og hvønn týdning menningin kann hava fyri tað einstaka starvsfólkið
  • Hvussu eg, sum leiðari, ansi eftir, at míni starvsfólk taka lut (og har við gerast ágrýtin) í menningini innan arbeiðsplássið.
  • Hvussu eg, sum leiðari, sjálv/-ur arbeiði við at gerast betri til at geva tí einstaka starvsfólkinum viðurkenning. Somuleiðis eisini, hvat slag av samskifti, tilgongdum og gerðum hetta førir við sær.
  • Um eg sum leiðari, seti AI – tilgongdina í verk, hvussu kann eg tá finna styrkina – ístaðin fyri mótstøðuna í teimum ivamálum og ósemjum, ið nátúrliga koma fyri í eini framfýsnari fyritøku.

Fyrispurningar kunnu sendast til info@sd.fo.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið