70 tímar
undirvísingartímar
70 tímar
undirvísingartímar
16. feb. 2023
skeiðsbyrjan
Kr. 21.950,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Skeiðið vendir sær til fólk, sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv ella leiðaralíknandi størv í tí privata ella almenna økinum, ella vænta at fáa leiðsluábyrgd og sum vilja hava størri leiðslufakligt støði. Royndir leiðarar, sum hava fingið nýggjar arbeiðs- og leiðslufunktiónir kunnu eisini taka hetta skeiðið fyri at dagføra sínar førleikar sum leiðarar.
Skeiðið er dagskeið og varar 10 dagar, yvir áleið 2-3 mánaðir.
Høvuðsendamálið við skeiðinum er at læra, hvat góð leiðsla er og verða meiri tilvitaði um leiðslu. Dentur verður m.a. lagdur á:
Jákup Bech Jensen
Samskipari og lærari, hægri nám
Jákup Bech Jensen arbeiðir sum samskipari á Hægri Nám (Glasir), m.a. er hann samskipari á Diplomútbúgvingini í leiðslu á Glasi. Jákup er útbúgvin Executive MBA, undirvísir á Akademiútbúgvingini í leiðslu og hevur eisini leiðsluroyndir.
Magni á Lakjuni
Stjóri fyri yrkisrættað miðnámi
Magni á Lakjuni, stjóri á yrkisrættaðum námi á Glasi. Hevur tikið eina “Master of education and learning” á RUC juni 2019 og Diplomútbúgving í leiðslu í januar 2015. Magni hevur drúgvar undirvísingarroyndir, eins og leiðsluroyndir.
Skift verður ímillum stutt modul, sum vara 2 dagar, heimauppgávur og cases, sum taka støði í tínum dagliga arbeiði, venjingar og fyrilestrar.
Skeiðið er skipað sum 5 modulir:
Á GLS gera lesandi uppgávu við útgangsstøði í egnari leiðslu og starvi. Uppgávan er uml. 2 síður í vavi. Uppgávan verður eftirmett á tann hátt, at lesandi leggja fram egna uppgávu og geva og fáa eftirmetingar frá hinum lesandi og frá undirvísaranum.
Um lesandi ynskja tað, ber til at fara til munnliga próvtøku í Leiðslu í Verki á Akademiútbúgvingini á Glasi, Marknagil. Hesar upptøkutreytir skulu lúkast fyri at fara til próvtøku á AÚ (niðanfyri prógv og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast inn saman við tilmeldingini):
1) Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð) ella Gymnasiala miðnámsútbúgving
og
2) Tvey ára viðkomandi arbeiðsroyndir
Í samband við munnligu próvtøkuna, verður ein einstaklinga vinnuuppgáva (erhvervscase) gjørd. Vinnuuppgávan er antin ein stutt lýsing av eini støðu (2 síður) ella til dømis ein stutt sjónbandaframløga, powerpointframløga ella líknandi, sum lýsir eina viðkomandi, veruleikakenda støðu frá egnum starvi.
Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telur 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á Leiðslu í Verki á Akademiútbúgvingini, skulu boða Skeiðsdeplinum frá, tá skeiðið byrjar á telduposti rro@glasir.fo. Kostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.
Mánadagin 6. februar 2023
Hvønn hósdag frá 16. februar til 27. apríl 2023, undantikin páskaferiuna (6. apríl)
Modul 1: 16. og 23. feb. 2023
Modul 2: 2. og 9. mars 2023
Modul 3: 16. og 23. mars 2023
Modul 4: 30. mars og 13. apríl 2023 og
Modul 5: 20. og 27. apríl 2023
70
08.30-15.15 (Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi)
Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn
Kr. 21.950,-