49 tímar
undirvísingartímar
49 tímar
undirvísingartímar
1. nov. 2024
skeiðsbyrjan
Kr. 16.750,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
49 tímar
undirvísingartímar
1. nov. 2024
skeiðsbyrjan
Kr. 16.750,-
kostnaður
Á flestu stovnum og fyritøkum verða uppgávur í alt størri mun skipaðar sum verkætlanir, og tí er umráðandi, at leiðarar og øll lyklastarvsfólk duga prosjektleiðslu.
Gerandisdagurin á flestum fyritøkum og stovnum er í dag í stóran mun settur saman av verkætlanum ella tvørgangandi arbeiðsbólkum. Leiðarar og lyklastarvsfólk hava ábyrgd av og stýra arbeiðnum, og tað merkir, at førleikin at stovna og leiða verkætlanir fær støðugt størri týdning bæði innan privata og almenna partin.
Skeiðið er ætlað núverandi og komandi prosjektleiðarum og øðrum lyklapersónum, ið hava tørv á grundleggjandi førleika og amboðum í prosjektleiðslu og -stýring.
Endamálið við skeiðnum er, at luttakararnir – prosjektleiðarar ella prosjektstarvsfólk – fáa innlit í viðkomandi amboð og háttaløg, sum tey í verki kunnu nýta í samband við at tilrættisleggja og gjøgnumføra verkætlanir.
Fáa kunnleika um prosjektleiðaraleiklutin og skilja, hvørjar uppgávur prosjektleiðarin skal loysa.
Á sjálvstøðugan hátt megna at leggja ætlan fyri prosjekt, sum verður eftirmett av vegleiðara saman við øðrum skeiðsluttakarum.
Málið við undirvísingini er, at:
Skift verður millum modulur, heimauppgávur og cases, sum taka støði í tínum dagliga arbeiði, venjingar og fyrilestrar. Á skeiðnum verður dentur lagdur á dygdir so sum innliving, uppfinnsemi og samspæl millum menniskju.
Skeiðið er skipað sum 5 modulur og fevnir um hesi høvuðsevni:
a. Innleiðsla um prosjektir og leiðslu
b. Prosjektgongdin
c. Samanspæl inn- og úteftir
d. Leiðsla alment og í prosjektum
a. Fyrireiking og greining av endamáli og tilfeingi
b. Leggja ætlan fyri mál, virksemi og leveringum
a. Íverksetan og uppfylging
b. Liðugtgerð og eftirmeting
c. Virksemi/rakstur og viðlíkahald
a. Samanspæl – prosjekt og egin organisatión
b. Víðariføring av prosjektleiðslu
c. Gestarøðarar
a. Framløgur og opponering í bólkum
b. Kjak og eftirmetingar
c. Hyggja frameftir
Luttakaraprosjekt verður gjørt við útgangsstøði í egnari verkætlan heima á arbeiðsplássinum og verður latið inn áðrenn framløguna. Soleiðis verður ástøði og gerandisdagurin á arbeiðsplássinum samantvinnað í útbúgvingartilgongdini. Verkætlanin er uml. 6-10 síður í vavi. Verkætlanin verður eftirmett á tann hátt, at lesandi leggja fram egna uppgávu og geva og fáa eftirmetingar frá hinum lesandi og frá undirvísaranum. Metingin tekur støði í ta vitan og skilna, luttakarin hevur ognað sær, og hvussu han/hon avger at nýta prosjektamboðini í givna prosjektinum. Eisini tekur metingin støði í greiningini av praktisku prosjektumstøðunum, og hvussu han/hon velur at tilrættisleggja og gjøgnumføra prosjektið og at enda, hvussu luttakarin er førur fyri at meta um prosjektloysnina.
Um lesandi ynskja tað, ber til at fara til munnliga próvtøku í Prosjektleiðslu á Akademiútbúgvingini á Glasi, Marknagil. Hesar upptøkutreytir skulu lúkast fyri at fara til próvtøku á AÚ (niðanfyri prógv og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast inn saman við tilmeldingini):
Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð)
ella
– Gymnasiala miðnámsútbúgving
og
– 2 ára viðkomandi arbeiðsroyndir
Í samband við munnligu próvtøkuna, verður antin ein einstaklinga vinnuuppgáva (erhvervscase) gjørd ella ein stutt verkætlan:
Greitt verður nærri frá próvtøkuháttinum, tá skeiðið byrjar.
Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telur 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á Prosjektleiðslu á Akademiútbúgvingini, skulu boða Skeiðsdeplinum frá, tá skeiðið byrjar á telduposti rro@glasir.fo. Kostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.
Jóhan Petur Petersen, verkætlanarleiðari MEST: Sera gott skeið. Mær dámdi væl býti millum undirvísing og uppgávuskriving og mær dámdi væl at undirvísarin sjálvur hevur drúgvar leiðsluroyndir og tískil er førur fyri at geva nógv og góð ráð.”
Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum:”Skeiðið í prosjektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna arbeiðslívið, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri. Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa prosjektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma prosjektinum.”
Sofus D. Johannesen, fulltrúi TAKS: Sera livandi undirvísing, viðkomandi dømir. Mær dámdi væl at luttakararnir taka upp mál úr dagligdegnum og seta tað í samband við læringina, so at talan ikki bara er um teori.
Steinbjørn í Dali
Undirvísari
Steinbjørn í Dali er útbúgving cand.merc.aud og hevur drúgvar undirvísingarroyndir. Hann undirvísir til dagligt á Glasi m.a. í virkisbúskapi, innovatión og fíggjarbúskapi. Hann hevur eisini undirvíst á fleiri prosjektleiðsluskeiðum. Steinbjørn hevur annars rikið sítt egna virki í 30 ár, har hann m.a. hevur havt vinnuliga ráðgeving, prosjektleiðslu, umsiting og bókhald fyri vinnukundar og er í dag partur av fleiri íverksetarafyritøkum.
Undirvíst verður 7 fylgjandi fríggjadagar frá 1. november til 13. desember 2024.
Skeiðið fer í gongd sum ætlað, enn eru pláss tøk.
Munnlig próvtøka verður um hálvan januar 2025.
08.30-15.00
Undirvíst verður í handilsskúlabygninginum (yvirav Glasir), Janusargøta 2, Tórshavn
Byrjað verður kl. 08.30 í reyða handilsskúlabygninginum, stova 771 og kl. 09.00 bjóða vit morgunmat á Glasi, har vit eisini fáa døgurða kl. 12.15.