Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Fyriskipan og starvssálarfrøði (FSS)

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Vilt tú menna tínar førleikar innanfyri fyriskipan, starvssálarfrøði og ikki minst samanhangin ímillum hesi bæði? Á skeiðnum FSS verður tú før/ur fyri at greina torgreiddar, fyriskipanarligar avbjóðingar.

Innleiðing

Á FSS mennast tíni leiðaraevni til at virka í samspælinum ímillum fyriskipanarliga bygnaðin í fyritøkuni/stovninum, stýringsmannagongdum og mentan, soleiðis at tú kanst seta tín dám á tínar starvsfelagar við hjálp av broytingum í fyritøkuni og arbeiðsmannagongdum. 

Skeiðið miðsavnar seg um:

  • hvussu fyriskipanarligur bygnaður motiverar tínar starvsfelagar ymiskt, og hvussu tú harvið kanst skapa tað mest gagnligu virkismentanina
  • týdningin av trivnaði og arbeiðsumhvørvi, eins væl og ymiskleikar í einsktaklinga og toymis arbeiði
  • týdningin av motivatiónsfaktorum, og virðið av røttu samansetingini av arbeiðsbólkum

Viðkomandi

Skeiðið er viðkomandi fyri teg, sum fegin vil luttaka í loysnini av fyriskipanarligu uppgávunum og avbjóðingunum, við eini fatan av fyriskipanarligu og arbeiðssálarfrøðiligu mannagongdum og avbjóðingum.

Ágóði

Fyriskipan og starvssálarfrøði gevur tær førleikar at:

  • greina ymsar trupleikar, sum koma av torgreiddum fyriskipanarligum bygnaðum, og harvið styrkja tínar førleikar innan leiðslulig, fyriskipanarlig og motivatiónssálarfrøðilig øki
  • greina og lýsa menningartørv innan fyri tað fyriskipanarliga og starvssálarfrøðiliga øki
  • skilja og taka hædd fyri teimum torgreiddu samahangunum, sum mongu funksjónirnar í fyritøkuni umfata, og at luttaka í fyriskipanarligum menningartilgongdum

Praktiskt

FSS er kravd lærugrein á AÚ (Akademi Útbúgvingin) linjuni í leiðslu og vallærugrein á øðrum linjum

Á skeiðnum gera lesandi uppgávu við útgangsstøði í egnari leiðslu og starvi. Uppgávan er uml. 6-10 síður í vavi. Uppgávan verður eftirmett á tann hátt, at lesandi leggja fram egna uppgávu og geva og fáa eftirmetingar frá hinum lesandi og frá undirvísaranum.

Tilboð um munnliga próvtøku

Um lesandi ynskja tað, ber til at fara til munnliga próvtøku í FSS á Akademiútbúgvingini á Glasir á Marknagili.

Hesar upptøkutreytir eru fyri at fara til próvtøku á AÚ (skal skjalprógvast):

Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð)

ella

– Gymnasiala miðnámsútbúgving 

og

– 2 ára viðkomandi royndir

Munnliga próvtøkan verður gjørd útfrá eini stuttari verkætlan, tvs. at samlaða verkætlanini má verða í mesta lagi 8 vanligar síður, svarandi til 8×2400 tekn.

Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telir 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á FSS á Akademiútbúgvingini, skulu boða Glasir á Marknagili frá, tá FSS byrjar á telduposti tm@fh.fo Kostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið