7 tímar
undirvísingartímar
7 tímar
undirvísingartímar
11. jun. 2025
skeiðsbyrjan
Kr. 2.850,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
7 tímar
undirvísingartímar
11. jun. 2025
skeiðsbyrjan
Kr. 2.850,-
kostnaður
Byggifrøðingar, byggimálsviðgerðarar, byggimeistarar, ráðgevarar, teknikarar og annars húsavørðir, ið hava tørv á grundleggjandi ventilatiónskunnleika.
Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakarum eina grundleggjandi fatan av ventilatión, inniklima og orkunýtslu í bygningum.
Skeiðið inniheldur bæði ein ástøðiligan part og ein verkligan part, har vit fara at kanna eina ventilatiónsskipan.
Innleiðing til ventilatiónsslag
Grundleggjandi hugtøk
Ventilatión og ávirkan á inniklima og heilsu
Reglur og normar (td. BK17 og Dansk Standard normar)
Uppbygging og partar
Orkunýtsla og orkurættar ventilatiónsskipanir
Rakstur, viðlíkahald og brek
Einfaldar útrokningar
Samanspæl við aðrar bygningslutir og innleggingar
09.00 – 09.15 Vælkomin og innleiðsla
09.15 – 10.00 Grundleggjandi ástøði um ventilatión
10.00 – 10.10 Steðgur (kaffe og okkurt afturvið)
10.10 – 10.45 Lutir í ventilatiónsskipanum
10.45 – 11.00 Steðgur
11.00 – 11.45 Dimensionering og uppbygnan
11.45 – 12.00 Spurningar og uppsamling
12.00 – 13.00 Døgurði í kantinuni á Glasi
13.00 – 13.30 Viðlíkahaldsætlan og gjøgnumførsla av henni
13.30 – 14.30 Viðlíkahaldsætlan, eina ferð um árið
14.30 – 14.45 Steðgur
14.45 – 15.45 Viðlíkahaldsætlan, tvær ferðir um árið
15.45 – 16.00 Spurningar, uppsamling og eftirmeting
Ragnar Mouritsen
Verkfrøðingur
Ragnar Mouritsen er útbúgvin verkfrøðingur frá Danmarks Tekniske Universitet. Hann hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari innan hita, ventilatión og aircondition. Hann hevur sína egnu fyritøku og veitir ráðgeving innan byggi- og verkætlanarleiðslu, umframt orku- og umhvørvisráðgeving.