Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Meistaraútbúgving fyri byggivinnuna

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Skeiðsdepilin bjóðar nú eina nýggja meistaraútbúgving fyri fólk innan byggivinnuna.

Endamálið er, at luttakararnir fáa nakrar beinleiðis nýtsluvendar persónligar førleikar, sum ein hevur tørv á fyri at fremja sítt arbeiði.

Samstundis fáa luttakararnir grundleggjandi leiðsluførleikar til at reka eina byggifyritøku ella stýra einari arbeiðstøku.

Tað er umráðandi, at verða førur fyri at stýra og leggja eina framleiðslu til rættis. Ein leiðari kann verða tann heilt avgerandi persónurin, um hann eisini er førur fyri at geva íblástur og motivera tey starvsfólkini, hann er leiðari fyri, og teir samstarvsfelagar, hann hevur samband við.

Tey 3 modulini stovnan og leiðsla, felags byggifak og fakspesifik leiðsla verða avhildin á ein sera smidligan hátt, av tí at ein persónliga tilrættalagt undirvísingargongd, grundað á royndir, gevur størsta læringsúrslitið.

Byrja verður við einum undanskeiðið í KT (Kunningartøkni) har ein lærir at brúka teldu og ymisk forrit eftir tørvi. Undirvíst verður í einari viku, hvønn fyrrapart, tilsamans 20 tímar.

Undirvísingin fer fram sum blandað læring. t.v.s. undirvísingartímar við persónligari vegleiðing. Neyðugt er, at luttakararnir arbeiða heima við tí frálæru og uppgávum tey hava fingið.

INNIHALD

Modul 1 – Stovnan og Leiðsla

Lesiteknikkur 10 t.
Organisatión og leiðsla 60 t.
Búskaparstýring 65 t.
Marknaðarføring 25 t.
Íalt 160 t.

Modul 2 – Felags byggifak 

Treytir (1FB) 50 t. 
Tilboð og sáttmálar (2FB) 25 t.
Bygging, HTU, góðskutrygging, lærlingar (3FB) 15 t.
Avhendan, rakstur og viðlíkah., prísbroytingar (4FB)10 t.
Íalt 100 t.

Modul 3 – Fakspesifik leiðsla

Tilboðskalkulatión/Bygningsfysik (1FSL) 75 t.
Útrokning og lønarskipan (FSL) 10 t.
Avhendan, eftirkalkulatión, rakstur og viðlíkahald 15 t.
Íalt 100 t.

PRAKTISKIR UPPLÝSINGAR

Hvør kann luttaka? Tað kunna øll við:

  • Einari vinnuútbúgving innan bygging og anlegg, sveinabræv
  • Minst 2 ára vinnuroyndir innan sítt fakøki
  • Tað er ein treyt, at luttakararnir sjálvi hava teldu við

Hvør undirvísir?

Royndir undirvísarar frá Glasi.

Útbúgvingarprógv

Eftir reglum í kunngerðini um opna útbúgving verður eitt modulprógv givið fyri staðið modul.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið