Vel skeið innan hesi øki

Leiðsluskeið

Vit bjóða eitt breitt úrval av leiðsluskeiðum til bæði nýggjar og royndar leiðarar. À skeiðunum fært tú ítøkilig amboð til at styrkja og menna tínar leiðsluførleikar. Tú fært eisini møguleikan at byggja upp samband við aðrar leiðarar - at skapa og virka í einum netverki.

Finn skeið

Almenn fyrisiting

Øll sum starvast innan almennari ella kommunalari fyrisiting eru undirløgd fleiri krøv sum eru ásett í lóggávum. Vit bjóða almenn skeið sum geva starvsfólki innlit í hvørji krøv tær ymsu lógirnar seta til fyrisiting og málsviðgerð og vit gera luttakararnar førar fyri at brúka lógirnar í dagliga arbeiðnum.

Finn skeið

Merkantila økið

Hevur tú tørv á nýggjum førleikum, at dagføra tínar útbúgvingar, ella leitar tú bert eftir nýggjum íblástri á tíni yrkisleið, so kunnu vit bjóða tær fleiri skeið innan tað merkantila økið. Eitt nú innan kundatænastu, mál, roknskap vm.. Eisini bjóða vit eina peningastovnsútbúgving (AFR)  

Finn skeið

Tekniska økið

Vit bjóða eitt breitt úrval av skeiðum innan ymsar sergreinir á Tekniska Skúla í Tórshavn. Vit hava frálíkir skeiðshaldarar sum til dagligt starvast á teim ymsu deildunum á Tekniska Skúla (Bil-, Timbur-, El-, Smíð-, Stíl og Snið- (hár, kosmetolog, klædna) og framhaldandi útbúgvingar.

Finn skeið

Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri. 

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 


Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Føroya Handilsskúla og Tekniska Skúla í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira