Sølustrategi

Skeiðið vendir sær til fólk í leiðslum og fólk, sum arbeiða við sølu og marknaðarførslu; og annars tey, sum eru áhugað ella ynskja at arbeiða við hesum. 

Luttakarin fær eitt yvirlit yvir, hvussu marknaðarførsla, strategisk planlegging, kappingargreining og segmentering kunnu spæla saman og styrkja søluna hjá fyritøkuni.

Skeiðið er dagskeið og varar 10 dagar, yvir áleið 3 mánaðir.

Endamál

Endamálið við skeiðnum er, at luttakarin fær førleikar innan sølustrategi, sum byggja á eina heildarfatan av teimum grundleggjandi søluviðurskiftunum, hugtøkum, modellum og amboðum, soleiðis at luttakarin í verki kann viðvirka til greining av og loysastrategiskar sølu- og marknaðarførsluuppgávu á heimamarknaði og útflutningini.

Innihald

Skeiðið miðsavnar seg um:

  • Grundleggjandi marknaðarførsluhugtøk
  • Mál og planleggingarstig hjá fyritøkuni
  • Virkis- og vakstrarstrategiir
  • Innanhýsis- og uttanhýsis viðurskifti hjá fyritøkuni
  • Sølubúskaparlig viðurskifti 
  • Lyklatøl
  • Búskaparlig støða
  • Løgfrøðilig viðurskifti
  • Sløg av millummonnum, kappingarrættum og avtalurættum
  • Háttur
  • Skipanir og myndlar 
  • Endamál og brúk av myndlum

Vitan og fatan

Á skeiðnum fær luttakarin:

  • eina menningargrundaða vitan um grundleggjandi strategi- og marknaðarførsluhugtøk
  • eina fatan av sølubúskaparligum og viðkomandi løgfrøðiligum viðurskiftum innan tað strategiska  sølubúskaparliga økið 

Á skeiðnum fær luttakarin amboð til at:

  • kunnu fata verkligt nýtt ástøði og hættir í greiningini av innanhýsis og uttanhýsis strategisku støðuni hjá fyritøkuni
  • kunna meta um veruleikakendar trupulleikastøður í samband við sølu og uppsetan , grunda og velja strategiir fyri handilsmodellið hjá fyritøkuni
  • kunna miðla innanhýsis støðuna hjá fyritøkuni til samstarvsfelagarog brúkarar við atliti til styrkir og veikleikar, og eisini tilfeingi og førleikar, virðisskapan, vøruúrval og búskaparstøðu
  • kunna miðla uttanhýsis støðuna hjá fyritøkuni til samstarvsfelagar og áhugabólkar við atliti til møguleikar og hóttanir, herundir kundar, vinnugrein, kappingarstøðu og løgfrøðilig viðurskifti

Vitan og fatan

Skeiðið gevur luttakaranum førleikar til at:

  • kunna handfara menningarligar støður, sum snúgva seg um strategisku innanhýsis og uttanhýsis støðuna hjá fyritøkuni, við at brúka hóskandi sølustrategiskar hættir og modellir
  • luttaka proffessionelt í fakligum og tvørfakligum samstarvi í samband við menning av handilsstrategium felagsins, herundir vakstrar- og kappingarstrategi og eisini talgilda strategi
  • kunna gera eina yvirordnaða búskaparliga meting av teimum uttanhýsis ávirkanum frá umheiminum fyri á tann hátt at styrkja og fasthalda kappingarstøðuna hjá fyritøkuni
  • í verki kunna framvísa sølustrategiska førleika
  • í einum skipaðum samanhangi kunna menna egna praksis við at gagnnýta ástøðir og modellir innan sølustrategiska greining

Tilboð um munnliga próvtøka:

Lærugreinin "Sølustrategi" er kravd lærugrein á AÚ (Akademiútbúgvingini) á linjuni "Altjóða handil og marknaðarførsla" og vallærugrein á øðrum linjum. Tey lesandi gera uppgávu við útgangsstøðu í egnaril leiðslu og starvi. 

Um skeiðsluttakarin ynskir tað, ber til at fara til skrivliga próvtøku í Sølustrategi á Akademiútbúgvingini á Glasi, Marknagil. Hesar upptøkutreytir skulu lúkast fyri at fara til próvtøku á AÚ (skal skjalprógvast):

Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð)

ella

- Gymnasiala miðnámsútbúgving 

og

- 2 ára viðkomandi royndir

Skrivliga próvtøkan, sum er fýra tímar, verður gjørd út frá eini longri einstaklinga verkætlan. 

Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telur 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á Sølustrategi á Akademiútbúgvingini, skulu boða Glasir á Marknagili frá, tá skeiðið byrjar á telduposti tm@fh.foKostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.




Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira