"Slip kreativiteten og innovationen løs i din virksomhed"
Endamál
Endamálið er at gera luttakararnar dugnaligari í teimum kreativu og innovativu prosessunum.
Innihald á skeiðnum
Ven tín nýskapanarvødda! Øll kunnu verða nýskapandi og nýhugsandi. Tú kemur at royna ymiskar mannagongdir, ið fremja skapandi og nýhugsandi hugsanarhátt hjá tær sjálvum og tínum starvsfeløgum.
Co-creating er ein nýggj tilgongd til at skapa broytingar í netverkinum. Kunnað verður um tær grundleggjandi hugsanirnar handan Co-creating mannagongdir, og hvussu tær kunnu handfarast og viðgerast í tínari fyritøku og tínum arbeiðsumhvørvi.
Nýskapan fremjist í ávísum samanhøpi, tí má ein, sum leiðari, eisini kanna, hvussu mentanarligar og bygnaðarligar umstøður kunnu verða forðandi ella fremjandi fyri nýskapan- og hugsan. Mangan skal ikki so nógv til.
Kunnað verður um eitt amboð, ið kann máta, hvussu nýskapandi tín fyritøka er. Tað snýr seg um at geva sær far um tey spírandi hugskotini. Nýskapan er nakað NÝTT, GAGNLIGT og NÝTSLU-GJØRT.
Hvussu kann eg, sum leiðari, stuðla teimum góðu stigtøkunum og fara frá NÝTT til Gagnligt og Nýtslu-gjørt.
Á skeiðnum fært tu m.a.:
- innlit í kynstrið at styrkja innovatiónsførleikan í tær sjálvum - í deildini - í netverkinum
- íblástur og venjing í at lata prosessir leysar, sum kunnu fáa nýggj hugskot at mennast
- eitt boð um, hvussu tú setir innovatión og skapandi evni í verk
- eina samrøðu um, hvussu megatrends kunnu gagnnýtast innovativt
Tað ástøðiliga grundarlagið teir tveir dagarnar hvílir á ta viðurkennandi tilgongdina og frá eyðkendu nýskapar-ástøðini til ta nýggju og hugkveikjandi U-ástøðina.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Leiðslumenning
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
-
Kloakkering
09.09.2021 - 10.09.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira