7 tímar
undirvísingartímar
7 tímar
undirvísingartímar
19. jun. 2025
skeiðsbyrjan
2.850,-
kostnaður
7 tímar
undirvísingartímar
19. jun. 2025
skeiðsbyrjan
2.850,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
7 tímar
undirvísingartímar
19. jun. 2025
skeiðsbyrjan
2.850,-
kostnaður
Byggifrøðingar, byggimálsviðgerðarar, byggimeistarar, ráðgevarar, teknikarar og annars húsavørðir, ið hava tørv á grundleggjandi ventilatiónskunnleika.
Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakarunum eina grundleggjandi fatan av ventilatión, inniklima og orkunýtslu í bygningum.
Ragnar Mouritsen
Verkfrøðingur
Ragnar Mouritsen er útbúgvin verkfrøðingur frá Danmarks Tekniske Universitet. Hann hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari innan hita, ventilatión og aircondition. Hann hevur sína egnu fyritøku og veitir ráðgeving innan byggi- og verkætlanarleiðslu, umframt orku- og umhvørvisráðgeving.
Hósdagin 19. juni 2025
09.00-16.00
Undirvíst verður í handilsskúlabygninginum (yvirav Glasir), Janusargøta 2, Tórshavn
Byrjað verður kl. 9.00 í reyða handilsskúlabygninginum, stova 771. Døgurði (við sodavatn) verður at fáa í kantinuni á Glasi frá kl. 12.00 til 13.00. Eftir døgurða verður hugt eftir ventilatiónsskipanini á Glasi. Seinrapartskaffe við køku verður annars at fáa í stovu 771 í Handilsskúlanum áleið kl. 14.00.