49 tímar
undirvísingartímar
49 tímar
undirvísingartímar
10. sept. 2025
skeiðsbyrjan
Kr. 16.950,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
49 tímar
undirvísingartímar
10. sept. 2025
skeiðsbyrjan
Kr. 16.950,-
kostnaður
Skeiðið vendir sær til fólk, sum hava styttri ella longri royndir innan leiðarastørv ella leiðaralíknandi størv í tí privata ella almenna økinum, ella vænta at fáa leiðsluábyrgd og sum vilja hava størri leiðslufakligt støði. Royndir leiðarar, sum hava fingið nýggjar arbeiðs- og leiðslufunktiónir kunnu eisini taka hetta skeiðið fyri at dagføra sínar førleikar sum leiðarar.
Skeiðið er dagskeið og varar 7 dagar, yvir áleið 2 mánaðir.
Høvuðsendamálið við skeiðinum er at læra, hvat góð leiðsla er og verða meiri tilvitaði um leiðslu. Dentur verður m.a. lagdur á:
Steinbjørn Hardlei
Undirvísari
Steinbjørn er 55 ára gamal. Hann er útbúgvin cand. ocean í virkisbúskapi á universitetinum í Århus við denti á strategiska leiðslu, starvsfólkaleiðslu og broytingarleiðslu. Steinbjørn hevur altjóða leiðsluútbúgving innan organisatiónsmenning, virkissálarfrøði og coaching. Hann hevur hollar royndir sum undirvísari í leiðslu á hægri námi á Glasi, umframt 25 ára leiðsluroyndir innan føroyskar fyritøkur og stovnar. Harumframt hevur Steinbjørn drúgvar royndir at leiða og fremja menningar- og broytingarverkætlanir innan Strategi, HR og Organisatión. Steinbjørn eigur og rekur ráðgevingarfyritøkuna Hardlei Consult, ið veitir stovnum og fyritøkum fakliga og verkliga hjálp at menna teirra arbeiðspláss gjøgnum leiðslu- og starvsfólkamenning.
Skift verður ímillum stutt modul, sum vara 1-2 dagar, heimauppgávur og cases, sum taka støði í tínum dagliga arbeiði, venjingar og fyrilestrar.
Skeiðið er skipað sum 5 modulir:
Á GLS gera lesandi uppgávu við útgangsstøði í egnari leiðslu og starvi. Uppgávan er uml. 2 síður í vavi. Uppgávan verður eftirmett á tann hátt, at lesandi leggja fram egna uppgávu og geva og fáa eftirmetingar frá hinum lesandi og frá undirvísaranum.
Um lesandi ynskja tað, ber til at fara til munnliga próvtøku í Leiðslu í Verki á Akademiútbúgvingini á Glasi, Marknagil. Hesar upptøkutreytir skulu lúkast fyri at fara til próvtøku á AÚ (niðanfyri prógv og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast inn saman við tilmeldingini):
1) Yrkisútbúgving t.d. skrivstovuútbúgving (FHS + lærutíð) ella Gymnasiala miðnámsútbúgving
og
2) Tvey ára viðkomandi arbeiðsroyndir
Í samband við munnligu próvtøkuna, verður ein einstaklinga vinnuuppgáva (erhvervscase) gjørd. Vinnuuppgávan er antin ein stutt lýsing av eini støðu (2 síður) ella til dømis ein stutt sjónbandaframløga, powerpointframløga ella líknandi, sum lýsir eina viðkomandi, veruleikakenda støðu frá egnum starvi.
Tá ein hevur staðið próvtøkuna fær ein prógv sum telur 10 ECTS-stig. Skeiðsluttakararnir, sum ynskja at tekna seg til próvtøku á Leiðslu í Verki á Akademiútbúgvingini, skulu boða Skeiðsdeplinum frá, tá skeiðið byrjar á telduposti rro@glasir.fo. Kostnaðurin fyri at fara til próvtøku er kr. 1.000,-.
Undirvíst verður 7 mikudagar frá 10. september til 29. oktober 2025. Tó ikki mikudagin 15. okt., tí tá er heystferia.
22. august 2025
Munnlig próvtøka verður 20. november 2025.
49
08.30-15.00 (Vit bjóða morgunmat kl. 9.00 og døgurða kl. 12.10 í kantinuni á Glasi)
Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn
Kr. 16.950,-