Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
OK
Ávaring
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn. Ynskir tú at sløkkja?
Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast
Viðurkennandi leiðsla
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Umbið skeið
– Appreciative Inquiry (AI) – Finn tínar styrkir við AI!
Innihald
Leiðsluhátturin Viðurkennandi leiðsla snýr seg í stuttum um at geva tí, ið virkar, gætur. Sum dømi: góð úrslit – ágrýtni hjá tær at leiða, og ágrýtni hjá tínum starvsfólkum at fáa, sum mest burturúr.
Tað snýr seg um at seta ein viðurkennandi prosess í gongd í fyritøkuni. Ein prosess, ið sæst aftur á deildum og hjá starvsfólkinum. Teir leiðarar, ið skilja týdningin av at skapa eina viðurkennandi, motiverandi atgongd til gerandisdagin og til teir arbeiðshættir , sum skapast í fyritøkuni, vilja sum heild fáa eygu á, hvat fyritøkan veruliga er før fyri, og hvar styrkin longu er í fyritøkuni.
Sum leiðari stendur tú ofta og grundar yvir m.a. fylgjandi:
Mótstøða ímóti broytingum
Áhaldandi vaksandi mongdina av meir ella minni áhugaðum fundum
Starvsfólk, ið sýna lítlan áhuga fyri sínum arbeiði og tí ikki geva frá sær nær námind av tí besta, tey kunna
Sjúkrafrávera, ið er stór og kanska alt ov stór
Klagur frá viðskiftafólki -rættleiðingar til hesar – óneyðug arbeiðsorka
Ein viðurkennandi leiðsluháttur viðvirkar til, at starvsfólkið gevur tað besta í sær, til gagns fyri seg sjálvan og fyritøkuna
Málbólkur
Leiðarar, ið hava ábyrgd av at menna starvsfólkastyrkina í síni fyritøku/deild
Leiðarar, ið vilja bjóða sær sjálvum av, og á henda hátt viðvirka til, at bæði leiðarin og starvsfólkini gera sítt besta fyri fyritøkuna
Endamál
At geva tær sum leiðara innlit í grundhugtakið og tilgongdina í Viðurkennandi leiðslu
At geva tær nøkur amboð, soleiðis at tú ert før/-ur fyri at seta í gongd viðurkennandi leiðslu í tíni fyritøku/deild
Skeiðið fevnir um
AI-hugsunarháttin
Viðurkennandi spyrjiteknikk – høvuðslykilin til týdningarmiklar samrøður við tíni starvsfólk
Trupuleika og/ella møguleikahugsan
5 D fyrimyndin – møguleiki at royna hana á skeiðnum
Reframing – CMM – felags 3 øki
Fremjingaramboð til nýtslu í egnum leiðslurúmi
Sparring við aðrar leiðarar – og harvið innlit í, hvussu teir fara í holt við menningina
Seta hugskot í verk
Á skeiðnum verður arbeitt innan omanfyrinevndu øki. Hetta fyri at seta fokus á tað, sum virkar, og á henda hátt venda ofta neiligu tilgongdini.
Skeiðið gevur tær fylgjandi amboð innan Viðurkennandi leiðslu:
Hvussu fái eg skapt ágrýtni millum starvsfólk – við bert at tey luttaka í AI-tilgongdini
Hví er tað meiri umráðandi at gerast klókur av góðum úrslitum, enn klókur av feilum
Hvussu vendi eg hugsunarháttinum hjá hvørjum einstøkum starvsfólki at síggja, at broyting kann verða menning, og hvønn týdning menningin kann hava fyri tað einstaka starvsfólkið
Hvussu eg, sum leiðari, ansi eftir, at míni starvsfólk taka lut (og har við gerast ágrýtin) í menningini innan arbeiðsplássið.
Hvussu eg, sum leiðari, sjálv/-ur arbeiði við at gerast betri til at geva tí einstaka starvsfólkinum viðurkenning. Somuleiðis eisini, hvat slag av samskifti, tilgongdum og gerðum hetta førir við sær.
Um eg sum leiðari, seti AI – tilgongdina í verk, hvussu kann eg tá finna styrkina – ístaðin fyri mótstøðuna í teimum ivamálum og ósemjum, ið nátúrliga koma fyri í eini framfýsnari fyritøku.
Fyrispurningar kunnu sendast til info@sd.fo.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.