Viðurkennandi leiðsla 

- Appreciative Inquiry (AI) - Finn tínar styrkir við AI!

Innihald

Leiðsluhátturin Viðurkennandi leiðsla snýr seg í stuttum um at geva tí, ið virkar, gætur. Sum dømi: góð úrslit - ágrýtni hjá tær at leiða, og ágrýtni hjá tínum starvsfólkum at fáa, sum mest burturúr.

Tað snýr seg um at seta ein viðurkennandi prosess í gongd í fyritøkuni. Ein prosess, ið sæst aftur á deildum og hjá starvsfólkinum. Teir leiðarar, ið skilja týdningin av at skapa eina viðurkennandi, motiverandi atgongd til gerandisdagin og til teir arbeiðshættir , sum skapast í fyritøkuni, vilja sum heild fáa eygu á, hvat fyritøkan veruliga er før fyri, og hvar styrkin longu er í fyritøkuni.

Sum leiðari stendur tú ofta og grundar yvir m.a. fylgjandi:

  • Mótstøða ímóti broytingum
  • Áhaldandi vaksandi mongdina av meir ella minni áhugaðum fundum
  • Starvsfólk, ið sýna lítlan áhuga fyri sínum arbeiði og tí ikki geva frá sær nær námind av tí besta, tey kunna
  • Sjúkrafrávera, ið er stór og kanska alt ov stór
  • Klagur frá viðskiftafólki -rættleiðingar til hesar - óneyðug arbeiðsorka

Ein viðurkennandi leiðsluháttur viðvirkar til, at starvsfólkið gevur tað besta í sær, til gagns fyri seg sjálvan og fyritøkuna

Málbólkur

  • Leiðarar, ið hava ábyrgd av at menna starvsfólkastyrkina í síni fyritøku/deild
  • Leiðarar, ið vilja bjóða sær sjálvum av, og á henda hátt viðvirka til, at bæði leiðarin og starvsfólkini gera sítt besta fyri fyritøkuna

Endamál

  • At geva tær sum leiðara innlit í grundhugtakið og tilgongdina í Viðurkennandi leiðslu
  • At geva tær nøkur amboð, soleiðis at tú ert før/-ur fyri at seta í gongd viðurkennandi leiðslu í tíni fyritøku/deild

Skeiðið fevnir um

  • AI-hugsunarháttin
  • Viðurkennandi spyrjiteknikk - høvuðslykilin til týdningarmiklar samrøður við tíni starvsfólk
  • Trupuleika og/ella møguleikahugsan
  • 5 D fyrimyndin - møguleiki at royna hana á skeiðnum
  • Reframing - CMM - felags 3 øki
  • Fremjingaramboð til nýtslu í egnum leiðslurúmi
  • Sparring við aðrar leiðarar - og harvið innlit í, hvussu teir fara í holt við menningina
  • Seta hugskot í verk

Á skeiðnum verður arbeitt innan omanfyrinevndu øki. Hetta fyri at seta fokus á tað, sum virkar, og á henda hátt venda ofta neiligu tilgongdini.

Skeiðið gevur tær fylgjandi amboð innan Viðurkennandi leiðslu:

  • Hvussu fái eg skapt ágrýtni millum starvsfólk - við bert at tey luttaka í AI-tilgongdini
  • Hví er tað meiri umráðandi at gerast klókur av góðum úrslitum, enn klókur av feilum
  • Hvussu vendi eg hugsunarháttinum hjá hvørjum einstøkum starvsfólki at síggja, at broyting kann verða menning, og hvønn týdning menningin kann hava fyri tað einstaka starvsfólkið
  • Hvussu eg, sum leiðari, ansi eftir, at míni starvsfólk taka lut (og har við gerast ágrýtin) í menningini innan arbeiðsplássið.
  • Hvussu eg, sum leiðari, sjálv/-ur arbeiði við at gerast betri til at geva tí einstaka starvsfólkinum viðurkenning. Somuleiðis eisini, hvat slag av samskifti, tilgongdum og gerðum hetta førir við sær.
  • Um eg sum leiðari, seti AI - tilgongdina í verk, hvussu kann eg tá finna styrkina - ístaðin fyri mótstøðuna í teimum ivamálum og ósemjum, ið nátúrliga koma fyri í eini framfýsnari fyritøku.

Fyrispurningar kunnu sendast til info@sd.fo.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.




Komandi skeið

Fá tíðindabrøv

Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri




Tíðindi

Grundleggjandi leiðsluskeið í Suðuroy  16-Dec-2016

Frá vinstru: Daimi Kjærbo, Fróði Mortensen, Jón Guttesen, Eyðbritt Krosslá, Beinta Virgarsd&oacu...

INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD  11-Apr-2014

Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...

ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT  30-Aug-2013

Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...





Luttakandi siga

Um Prosjektleiðaraskeiðið 

Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.

Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum. 

Mortan Simonsen, ráðgevi í Fíggjarmálaráðnum

Um Skeiðsdepilin

Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.

Les meira