Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Skeið um grundleggjandi brunaviðurskifti

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er viðkomandi fyri teg, sum er málsviðgeri, arkitektur, prosjekterandi, ráðgevi, byggimeistari, átaksleiðari, húsavørður og til tín sum ynskir grundleggjandi vitan um brunakrøv, brunatrygd og samanhangin av brunatekniskum skipanum.

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðinum er, at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um bruna og brunatrygd, útfrá Bygningskunngerð 2017, kap. 5 – Brunaviðurskifti.

Á hvønn hátt er brunatrygd ein partur av okkara bygningum?

  • Hvat er minsta krav fyri tann ítøkiliga bygningin
  • Hvussu skal rakstur, eftirlit og viðlíkahald verða gjørd í bygninginum

INNIHALD

Lógir og leiðbeiningar – Vit gjøgnumganga galdandi reglur og krøv til bruna, eitt nú Bygningskunngerð 2017 kap. 5 og donsku “Erhvervs- og Byggestyrelsens Eksempelsamling om brandsikring af byggeri”.

Brunateknisk hugtøk – Vit gjøgnumganga aktiv og passiv brunateknisk hugtøk.

Brunateknisk skjalprógv – Hvat skal ein brunastrategi innihalda, hvønn vendir hon sær til og hvat skal hon brúkast til?

Nýtsluflokkar – Vit gjøgnumganga allar seks nýtsluflokkarnar 1-6.

Høgir bygningar – Vit gjøgnumganga krøvini til høgir bygningar.

Átaksmøguleikar hjá sløkkiliðnum – Krøvini verða gjøgnumgingin.

Rakstur, eftirlit og viðlíkahald – Hvørji krøv verða stillaði og hvør hevur ábyrgd.

Verkligt – Kjak og smáar uppgávur veråa í bólkum og plenum

Undirvísari

Sunlin Olavsdóttir Askildsen

Diplomverkfrøðingur

Sunlin Olavsdóttir Askildsen er útbúgvin diplomverkfrøðingur frá Ingeniørhøjskolen i Horsens. Hon hevur harumframt eina Master-eftirútbúgving í brunatrygd (brandsikkerhed) frá DTU – Danmarks Tekniske Universitet. Hon er certificera brunaráðgevi smb. “Bygningsreglementet 2018- BR18”. Sunlin hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og brunaráðgevi í Føroyum og uttanlanda.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið