7 tímar
undirvísingartímar
7 tímar
undirvísingartímar
6. des. 2022
skeiðsbyrjan
2.750
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
1. januar 2017 var nýggj byggireglugerð sett í gildi í Føroyum. Hendan setir krøv til bygging av bygningum, tá tað snýr seg um orkukarmar. Tí verður boðið til skeið at seta seg inn í orkuforriti Be15.
Tey, sum arbeiða við byggimálsviðgerð, prosjekterandi, byggimeistarar, teknikarar og kommunur ið skulu gera orkuútrokningar sambært nýggju byggireglugerðini og annars onnur áhugað.
At virka fyri, at orkukarmurin fylgir bygningskunngerðini.
Neyðugt er at hava egna teldu við.
Vit hava licens til orkuforriti Be15 og áðrenn skeiðið byrjar, senda vit luttakarunum neyðugu upplýsingarnir fyri at kunna downloada orkuforriti á telduna. Hetta má gerast áðrenn skeiðið byrjar.
Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.
Reglugerðin fyri Vitan og umsóknarblað er viðheft niðanfyri.
Ragnar Mouritsen
Verkfrøðingur
Ragnar Mouritsen er útbúgvin verkfrøðingur frá Danmarks Tekniske Universitet. Hann hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari innan hita, ventilatión og aircondition. Hann hevur sína egnu fyritøku og veitir ráðgeving innan byggi- og verkætlanarleiðslu, umframt orku- og umhvørvisráðgeving.
Hósdagin 24. nov. 2022
Týsdagin 6. des. 2022
7
08.30-15.30 (Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi)
Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn
Kr. 2.750,-