16 tímar
undirvísingartímar
16 tímar
undirvísingartímar
31. mai. 2022
skeiðsbyrjan
Kr. 6.500,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Hevur tú áhuga í programmering ella dátum og kundi hugsað tær at lært um Machine Learning, so er hetta skeiðið fyri teg. Machine Learning er eitt stórt øki. Vit arbeiða við Deep Learning, har tú lærir at gera loysnir í Keras/Tensorflow, sum er eitt framework, sum byggir á Python.
Programmørar, dáta-greinarar, og tey, sum hava áhuga í at læra, hvat Machine Learning er, og hvussu man kan brúka tað í verki.
Endamálið við skeiðinum er at geva tær grundleggjandi vitan og kunnleika um Machine Learning, soleiðis at tú kanst brúka hetta í verki í tínum egnu loysnum.
Tú lærir, hvussu Machine Learning kann betra prosessir í eini fyritøku við at nýta automatisering og greining av dátum.
Grundleggjandi programmering. Tú nýtist ikki at vera programmerings-snillingur, men kenna til hugtøk sum variablar, array, if og while, so kanst tú fáa stóra gleði av hesum skeiði. Tú mást have tína egnu teldu við, og hon má vera við Windows.
Vit arbeiða við Klassificering (KL) og Regression (RE) ígjøgnum alt skeiðið. Høvuðsdentur verður lagdur á model og ikki dátur, tvs. at vit brúka einfaldar dátur í byrjanini og gera modell, sum virka í verki, og so líðandi vilja dátur blíva meira og meira centralar. Skeiðið hevur henda formin, og vit fylgja hesum punktum:
Uppgávur eru týðandi á hesum skeiði. Tú arbeiðir alla tíðina við smaúm uppgávum.
Fyri at gera vegin til Python so góðan sum møguligt, arbeiðir tú við teimum somu uppgávunum tríggjar ferðir, men í meira og meira framkomnum amboðum.
Soleiðis blívir sjálvt uppgávan ikki miðdepilin, men tín læring.
Jákup Wenningstedt Hansen
Cand. IT í Softwarekonstruktión
Jákup Wenningstedt Hansen er útbúgvin sum Cand. IT í Softwarekonstruktión frá Ålborg Universitet 2006. Hann hevur undirvíst á Datamatiker útbúgvingini í nærum 10 ár. Hann er nú undirvísari á Datatekniker Uddannelsen við sergrein í Programmering á Mercantec í Viborg, har han hevur arbeitt í 5 ár. Jákup hevur verið við til at skilgreina vallærugreinina Machine Learning og hevur sjálvur undirvíst í hesu lærugrein tey seinastu 3 árini. Meira kunning um Jákup og hansara undirvísing sæst her á hansara heimasíðu: www.jakup.dk
Skeiðið fer í gongd sum ætla, men enn eru pláss tøk.
31. mai og 1. juni 2022
08.30-16.00 (Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.15 í kantinuni á Glasi)
Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn