28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
28. sept. 2023
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Innihaldið á skeiðnum fylgir Sterkstreymskunngerðini partur 6.
Persónur, ið arbeiðir við annleggi undir spenningini, skal hava gjøgnumført eitt L-AUS skeið.
Elektrikkarir, innstallatørar, verkfrøðingar, maskinmeistarar, og annars persónar, ið arbeiða við annleggi undir spenningi.
Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakarunum tað kravdu upplæringina í L-AUS ið er ásett í Sterkstreymskunngerðini partur 6.
Morten Kristensen Wium er útbúgvin elektrikari og er eisini bæði elinnleggjari og prosjektleiðari. Harumframt hevur hann tikið eina ATEX-diplomútbúgving. Morten hevur undirvíst á TECHCOLLEGE í Aalborg í Danmark í 13,5 ár. Hann undirvísir innan grundleggjandi el, SBEi, sterkstreymskunngerðina, elinnstallatiónir, ATEX, L-AUS, AUS KL1, EN60364, EN501 og harumframt hevur hann undirvíst í fyrstuhjálp. Morten hevur 23 ára royndir sum elinnleggjari, m.a. sum virkisleiðari hjá “Nukissiorfiit” elveitarin í Grønlandi. Hann hevur eisini verið myndugleikapersónur hjá elmyndugleikanum í Grønlandi í 11 ár. Í 2016 var Morten við til at dagføra EN 50110-1 (L-AUS reglurnar). Morten leggur stóran dent á, at skeiðsluttakararnir læra at skilja og brúka SBEi, soleiðis at teir kunnu arbeiða trygt við elektriskum anleggið undir spenningi og uttan.
Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.
Reglugerðin fyri Vitan og umsóknarblað er viðheft niðanfyri.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.