Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei

Kloakkering

16 tímar

undirvísingartímar

28. jan. 2025

skeiðsbyrjan

kr. 5.450,-

kostnaður

2 tøk pláss

pláss eftir

Í samband við gerð ella endurnýggjan av kloakk, er umráðandi at arbeiðið verður gjørt á rættan hátt og í samsvar við galdandi reglur.

Málbólkur

Skeiðið er ætlað prosjekterandi, byggimálsviðgerðum, arbeiðstakarum og byggiharrum.

Endamál

Endamálið við skeiðinum er at lýsa galdandi lógir og útinnan av kloakkskipan í samband við bygging.

Innihald

  • Lógir og normar. Luttakarin fær kunnleika innan tilfar, samlihættir, brunnar og íbindingarmøguleikar til nýggjar og verandi kloakkir.
  • Prosjektering. Luttakarin verður førur fyri at útinna vanligar loysnir í samsvar við lógir og normar. Komið verður stutt inn á útrokningarhættir (promillurokning) av falli.
  • Útinnan av kloakkskipan. Luttakararnir fáa uppgávur at tekna sethús og smærri virkir og útrokna (dimensionera) einkultar kloakkir.
  • Málsviðgerð av innkomnum málum (kloakk). Luttakararnir fáa møguleika at málsviðgera eina umsókn av einum byggimáli viðvíkjandi kloakk og regnvatn.

Undirvísari

Harley Joensen

Byggi- & prosjektleiðari – Byggifrøðingur

Harley Joensen hevur PBA í Byggifrøði frá VIA Horsens í 2009, er útbúgvin kloakkmeistari frá VIA Horsens í 2010 og útbúgvin húsasmiður hjá sp/f Timbra í Fuglafirði í 2000. Hann hevur drúgvar arbeiðsroyndir, bæði úr Føroyum og Týsklandi. Harumframt hevur hann royndir á teknistovu og innan entreprenørvirksemi og royndir við undirvísing av byggiteknikarum á Glasi. Hann hevur arbeitt sum byggi- & prosjektleiðari hjá SNA sp/f síðan 2011 og fram til 2022. Ídag arbeiðir hann í Fuglafjarðar kommuni, har hann er prosjektleiðari og málsviðgeri.

TILMELDINGARFREIST

Fríggjadagin 17. januar 2025

TÍÐARÆTLAN

Týsdag og mikudag, 28. og 29. januar 2025

KL.

08.30-16.00

STAÐ

Undirvíst verður í handilsskúlabygninginum (yvirav Glasir), Janusargøta 2, Tórshavn

PRAKTISKT

Byrjað verður kl. 8.30 í reyða handilsskúlabygninginum, stova 771 og kl. 9.00 bjóða vit morgunmat í kantinuni á Glasi, har vit eisini fáa døgurða kl. 12.15 ogf annars seinrapartskaffe við køku.

Onnur skeið

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.