Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Grundskeið í sveising

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

MÁLBÓLKUR 

Skeiðið er ætlað at hjálpa einstaklingum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni. Eitt grundskeið í sveising er ein sera góð barlast til at bøta um møguleikarnar hjá tí einstaka luttakaranum at fáa eitt nú lærupláss í einhvørjari smiðju, víðari útbúgving ella arbeiði.

ENDAMÁL

Skeiði miðar ímóti at gera luttakaran føran fyri at gera grundleggandi arbeiðsuppgávur á rættan fakligan hátt og við atliti til trygd og umhvørvið. Arbeitt verður við flammuskering og nýtslu av tólum til einfaldar sveisiuppgávur. Støðið er nakað tað sama, sum tað ið bilsmiðlærlingar læra fyrsta læruárið.

INNIHALD 

Skeiðið varar 36 tímar yvir eina viku. Undirvísingin er bæði ástøðilig og verklig, tó mest verklig. Skeiðið inniheldur:

  • trygd innan sveising 
  • gasssveising 
  • flammuskering 
  • tig-sveising 
  • mag-sveising 
  • elektrodusveising 

STUÐUL

Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið