13. des. 2024
skeiðsbyrjan
13. des. 2024
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
– evningaramboðið innan byggiarbeiði
Hevur tú ætlanir um, at førleikamenna teg innan faktekning á teldu, hevur tú møguleika til at luttaka á hesum skeiðnum. Skeiðið gevur tær førleikan til at tilrættaleggja, broyta og tekna 3D tekningar við forritinum Revit Architecture. Neyðugt er, at luttakarin hevur egna teldu við.
Skeiðið er vælegnað til arkitektar, verkfrøðingar v.m. sum arbeiða innan teknistovur og ráðgevandi fyritøkur. Skeiðið er eisini vælegnað til tey sum arbeiða innan byggivinnuna, td. timburmenn, handverkarar, byggimeistarar vm. og annars ørðum áhugaðum.
Skeiðið er tillaga nýggir brúkarar av Revit Architecture. Luttakarin skal helst hava kunnleika til windows xp ella nýggjari forrit. Ein fyrimunur er, at luttakarin kennir til onnur tekniprogrammir, eitt nú AutoCAD, men tað er tó ikki ein treyt.
Endamálið er at geva luttakaranum førleika til at tilrættaleggja, tekna og broyta 3D tekningar við forritinum Revit Architecture. Aftaná lokið skeið hevur luttakarin fingið eina grundleggjandi vitan um Revit Architecture og er førur fyri at tekna eitt brúkbart 3D model.
Undirvísingin er bæði ástøðilig og verklig.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.