7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
7. jul. 2022
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
MS-Project er eitt amboð, har tú fært yvirlit yvir tíð, arbeiðsmegi og kostnað og er eitt hent amboð at:
Endamálið við skeiðinum er, at læra at brúka MS-Project til at leggja til rættis størri og smærri prosjekt ella bara til eitt privat tiltak.
Øll, í hava áhuga – ongar fyritreytir, tó skulu luttakarar hava nakað av teldukunnleika og duga onnur MS-office forrit, td. Word og Excel.
Á skeiðinum verður grundleggjandi undirvísing í MS-Project. Fyrrapart er frálæra í funkum og uppseting av tíðarætlan . Seinnapart stovna luttakarar síni egnu “prosjekt” og fáa hjálp eftir tørvi. Undirvíst verður í:
Kom í gongd við MS-Project
Ger tíðarætlan
Tilfeingi & kostnaðir
Uppfylging av tíðarætlan
Uppseting av tíðarætlan
Neyðugt er at hava egnu teldu við.
Vit hava licens til MS-Project og áðrenn skeiðið byrjar, senda vit luttakarunum neyðugu upplýsingarnir fyri at kunna downloada forriti á telduna. Hetta má gerast áðrenn skeiðið byrjar.
Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfylt.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.