18. feb. 2025
skeiðsbyrjan
18. feb. 2025
skeiðsbyrjan
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Allastaðni innan maskin, skipasmíð og framleiðslu er tørvur á fólki, ið eru før fyri at sveisa við MIG/MAG. Ein góður sveisari kann fáa nógvar uppgávur ymsastaðni, eisini uttanlanda.
Skeiðið hjálpir luttakaranum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni og bøtir um møguleikarnar hjá tí einstaka at fáa útbúgving ella arbeiði.
Endamálið við skeiðnum er at læra á grundleggjandi støði um MIG/MAG sveising, sveisiteori, umhvørvi, trygd og nýtslu av tólum.
Á skeiðnum lærur luttakarin, aftaná kunning og vegleiðing, at gera brúk av MIG/MAG sveising og kann sveisa kant- og stumpseym í plátu eftir DS/EN 287-1 W01 og W02 CMn-stál, 3 – 6 mm í hesum sveisistøðum:
Allar sveisiuppgávurnar hava støði í vegleiðingum eftir galdandi DS/EN/ISO standard.
Luttakarin verður eisini kunnaður um viðurskifti, ið hava tíðning fyri sveising: tilsetingarevnir m.a. sveisifeilir og eftirlitshættir, ymisk sløg av fugum, umhvørvið og trygd, og góðkenning (certificering) av sveisarum.
Allar sveisiuppgávur skulu samsvara við galdandi DS/EN/ISO standardar fyri visuella døming av sveisiroyndum.
Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini.
Metinging hjá undirvísaranum um luttakarin hevur evnir at sveisa MIG/MAG leggur støði undir um luttakarin hevur ”Staðið” ella ”Ikki staðið”. Luttakarin fær síðani skeiðsváttan.
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.