Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei

Grundleggjandi ventilatiónsskeið

7 tímar

undirvísingartímar

11. jun. 2025

skeiðsbyrjan

Kr. 2.850,-

kostnaður

MÁLBÓLKUR

Byggifrøðingar, byggimálsviðgerðarar, byggimeistarar, ráðgevarar, teknikarar og annars húsavørðir, ið hava tørv á grundleggjandi ventilatiónskunnleika.

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakarum eina grundleggjandi fatan av ventilatión, inniklima og orkunýtslu í bygningum.

INNIHALD

Skeiðið inniheldur bæði ein ástøðiligan part og ein verkligan part, har vit fara at kanna eina ventilatiónsskipan.

Innleiðing til ventilatiónsslag

  • Mekanisk
  • Natúrlig
  • Blandað

Grundleggjandi hugtøk

  • Luftskifti
  • Luftnøgdir
  • Trýst
  • Hitastig

Ventilatión og ávirkan á inniklima og heilsu

Reglur og normar (td. BK17 og Dansk Standard normar)

Uppbygging og partar

  • Ventilatiónsverk/eindir
  • rør
  • filturar o.a.

Orkunýtsla og orkurættar ventilatiónsskipanir

Rakstur, viðlíkahald og brek

Einfaldar útrokningar

Samanspæl við aðrar bygningslutir og innleggingar

SKRÁ FYRI DAGIN (11. juni 2025):

09.00 – 09.15 Vælkomin og innleiðsla

09.15 – 10.00 Grundleggjandi ástøði um ventilatión

  • Hvat er ventilatión
  • Lógarkrøv, BK17, Dansk Standard vm.
  • Sløg av ventilatiónsskipanum (natúrlig, mekanisk, hybrid)
  • Veitarar, merkir

10.00 – 10.10 Steðgur (kaffe og okkurt afturvið)

10.10 – 10.45 Lutir í ventilatiónsskipanum

  • Sløg av filtrum og endamál
  • Sløg av viftum/ventilatorum
  • Kanalskipanir, spjell, hitaflatur v.m.

10.45 – 11.00 Steðgur

11.00 – 11.45 Dimensionering og uppbygnan

  • Rokna luftmongd
  • Sniðgeving/uppbygging av kanalskipanum
  • Orkusparing og effektivitet

11.45 – 12.00 Spurningar og uppsamling

12.00 – 13.00 Døgurði í kantinuni á Glasi

Seinrapartin eru vit í Hoyvíkar Skúla

13.00 – 13.30 Viðlíkahaldsætlan og gjøgnumførsla av henni

  • Framløga um viðlíkahaldsætlan og týdningin av henni
  • Amboð at máta luftmongd, hita v.m.

13.30 – 14.30 Viðlíkahaldsætlan, eina ferð um árið

  • Kanna viftur, motor, hitaflatur, reimar, “set-temperaturir”, innan (reinsa?), spjell (t.d. skal bypass verða stongd, tá hitaflatan er virkin), frostsikring, klokkuskipan, kendensfrárenning, káplar (forbindingar), kanalbjálving, inntøk/avkast, logfílar yvir rakstur osfr.

14.30 – 14.45 Steðgur

14.45 – 15.45 Viðlíkahaldsætlan, tvær ferðir um árið

  • Luft (virkar skipanin?), ljóð (óljóð?), hiti, filtur (skifta filtur?)

15.45 – 16.00 Spurningar, uppsamling og eftirmeting

  • Afturmeldingar frá luttakarunum

Tilmeldingarfreistin er 30. mai. 2025

Undirvísari

Ragnar Mouritsen

Verkfrøðingur

Ragnar Mouritsen er útbúgvin verkfrøðingur frá Danmarks Tekniske Universitet. Hann hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari innan hita, ventilatión og aircondition. Hann hevur sína egnu fyritøku og veitir ráðgeving innan byggi- og verkætlanarleiðslu, umframt orku- og umhvørvisráðgeving.

Onnur skeið

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.