Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei

BK17 - ORKA

7 tímar

undirvísingartímar

12. mai. 2026

skeiðsbyrjan

2.550,-

kostnaður

1. januar 2017 varð nýggj byggireglugerð sett í gildi í Føroyum. Hendan setir krøv til inniklima og orkukarmar. Á skeiðinum verður farið ígjøgnum krøvini og vit læra, hvat skal til fyri at uppfylla tey. 

Málbólkur

Skeiðið er serliga ætlað kommunum, men eisini tey, sum arbeiða við byggimálsviðgerð, prosjekterandi, byggimeistarar og onnur áhugað.

Endamál

At luttakararnir gerast førir fyri at skilja krøvini um orkukarmar. Og ikki minst: at byggiarbeiðið kann gerast enn betri.

Innihald

Vit fara ígjøgnum BK17 í mun til ORKU og hvat tað krevur fyri at lúka krøvini í BK17:

  • BK17, orka
  • Be15, hvat hyggur man eftir
  • Broytt nýtsla og afturatbygging
  • Umbygging, viðlíkahald og útskifting
  • Klimaskermar
  • U-virðir og linjutap og hvussu vit rokna hesi
  • Luftskiftisskipanir
  • Hvussu verður heitt brúksvatn rokna
  • Sólinnfall og tilskotshiti
  • Inniumhvørvi
  • Innleggingar
  • Orkukeldur

Smærri uppgávur verða gjøgnum dagin

STUÐUL

Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.

https://www.fhf.fo/reglugerd-fyri-vitan

Undirvísari

Ragnar Mouritsen

Verkfrøðingur

Ragnar Mouritsen er útbúgvin verkfrøðingur frá Danmarks Tekniske Universitet. Hann hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari innan hita, ventilatión og aircondition. Hann hevur sína egnu fyritøku og veitir ráðgeving innan byggi- og verkætlanarleiðslu, umframt orku- og umhvørvisráðgeving.

TÍÐARÆTLAN

Týsdagin 12. mai 2026

TILMELDINGARFREIST

30. apríl 2026

KL.

08.30-15.30

PRAKTISKT

Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.00 í kantinuni á Glasi, umframt seinrapartskaffe við kaku.

STAÐ

Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn

KOSTNAÐUR:

Kr. 2.550,-

Onnur skeið

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.