Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Grundskeið í gass sveising

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Allastaðni innan maskin, skipasmíð og framleiðslu er tørvur á fólki, ið eru før fyri at sveisa við gass. Ein góður sveisari kann fáa nógvar uppgávur ymsastaðni, eisini uttanlanda.

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er ætlað at hjálpa einstaklingum at nøkta grundleggjandi krøv til førleika í vinnuni og bøta um møguleikarnar hjá luttakaranum at fáa útbúgving ella arbeiði.

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðnum er at læra reglur viðvíkjandi trygd og umhvørvi í samband við sveising, og á grundleggjandi støði um gass sveising, sveisiteori, umhvørvi og trygd og nýtslu av tólum. 

Luttakarin lærir eisini at sveisa stumpseym í rør á grundleggjandi støði, og at innstilla sveisiútgerðina í samsvar við forskriftirnar.

INNIHALD 

Á skeiðnum lærir luttakarin at sveisa við oxygen og acetylen í ólegeraðum stáli í fylgjandi støðum:

  • FW – Hornaseymur
  • FW – Kantseymur
  • BW – Tunnpláta
  • BW – Rørsveising

Luttakarin verður eisini kunnaður um viðurskifti, ið hava týðning fyri sveising: tilsetingarevnir, sveisifeilir og eftirlitshættir, ymisk sløg av fugum, umhvørvið og trygd, og góðkenning (certificering) av sveisarum.
Allar sveisiuppgávurnar skullu samsvara við galdandi DS/EN/ISO standardar fyri visuella døming av sveisiroyndum.
Eftir lokið skeið hevur luttakarin fingið motoriskan og fakligan førleika á byrjunarstøði innan gass sveising av kantseymi og stumpseymi í plátu og rør.

EFTIRMETING

Skeiðið endar við eftirmeting av arbeiðinum og undirvísingini. Luttakarin fær skeiðsváttan.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Onnur skeið

Yvirskipað um cookies

Vit nýta cookies á heimasíðuni til tess at minnast tínar stillingar og veita tær eina betri heimasíðu. Cookies eru lítlir tekstfílar, ið verða goymdir á tínari teldu, sum hava til endamáls at minnast teg aftur. Cookies eru ikki skaðiligar, men kunnu innihalda upplýsingar um teg.

Tú kanst velja at frásiga tær cookies, men hetta kann hava við sær, at heimasíðan ikki virkar, sum ætlað.