Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Samskifti í dag

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

– VIÐ HØVUÐSATLITI TIL MYNDA- OG LÝSINGAGREINING

INNGANGUR

Hvat er samskifti, og nær samskifta vit? Hvussu samskifta vit, og hvussu verður okkara samskifti móttikið og skilt? Hetta skeið er ætlað sum ein støðumynd av nøkrum av teimum samskiftishættum, ið vit nýta í dag, og teirra virkisøki

MÁLBÓLKUR

Skeiðið er serliga ætlað teimum, sum dagliga miðla (formidla) kunning og lærutilfar, og tilfarið kann nýtast sum eitt amboð, bæði til at spíska egnan boðskap og sum grundarlag til frálærutilfar. 

ENDAMÁL

Endamálið við skeiðnum er at geva skeiðsluttakaranum eina fatan av summum av teimum samskiftisformum, vit eru umgyrd av dagliga, og at geva tilvitan um hesar, og hvønn leiklut teir spæla hvør sær og saman.

INNIHALD

Á skeiðnum verður komið inn á nakað av tí, sum eyðkennir samskifti, umframt at hugt verður at, hvussu samskifti verður nýtt, alt eftir, hvat endamálið er.

Dentur verður serliga lagdur á hesi viðurskifti:

  • Boðskapurin – hvat verður miðlað, og hvat verður móttikið
  • Miðlar – hvat er ein miðil?
  • Móttøkugreining
  • Myndagreining
  • Lýsingar – hvat er ein lýsing og hvør dugur er í henni
  • Lýsingagreining
  • Branding
  • Lýsingar og miðlar – hvørjar eginleikar hava ymisku miðlarnir, tá tað snýr seg um lýsingar?

Útgangsstøðið á skeiðnum er praktiskt heldur enn ástøðiliga grundað, tó at komið verður inn á nakað av grundleggjandi og nakað av nýggjaru ástøðini. Dømi verða tikin úr bæði føroyskum og útlendskum viðurskiftum

UNDIRVÍSINGARHÁTTUR

Undirvísingin verður skipað sum fyrilestur, kjak og bólkaarbeiði

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treytað av nøktandi luttøku. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið