7 tímar
undirvísingartímar
7 tímar
undirvísingartímar
21. apr. 2026
skeiðsbyrjan
Kr. 2.550,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

7 tímar
undirvísingartímar
21. apr. 2026
skeiðsbyrjan
Kr. 2.550,-
kostnaður
Skeiðið er viðkomandi fyri teg, sum er málsviðgeri, arkitektur, prosjekterandi, ráðgevi, byggimeistari, átaksleiðari, húsavørður og til tín sum ynskir grundleggjandi vitan um brunakrøv, brunatrygd og samanhangin av brunatekniskum skipanum.
Endamálið við skeiðinum er, at geva luttakarunum eina grundleggjandi vitan um bruna og brunatrygd, útfrá Bygningskunngerð 2017, kap. 5 – Brunaviðurskifti.
Á hvønn hátt er brunatrygd ein partur av okkara bygningum?
Lógir og leiðbeiningar – Vit gjøgnumganga galdandi reglur og krøv til bruna, eitt nú Bygningskunngerð 2017 kap. 5 og donsku “Erhvervs- og Byggestyrelsens Eksempelsamling om brandsikring af byggeri”.
Brunateknisk hugtøk – Vit gjøgnumganga aktiv og passiv brunateknisk hugtøk. Aktiv merkir í hesum føri, at tey eru sjálvvirkandi og passiv merkir, at tað td. eru brunahurðar og brandfugir osfr.
Brunateknisk skjalprógv – Hvat skal ein brunastrategi innihalda, hvønn vendir hon sær til og hvat skal hon brúkast til?
Nýtsluflokkar – Vit gjøgnumganga allar seks nýtsluflokkarnar 1-6.
Høgir bygningar – Vit gjøgnumganga krøvini til høgir bygningar.
Átaksmøguleikar hjá sløkkiliðnum – Krøvini verða gjøgnumgingin.
Rakstur, eftirlit og viðlíkahald – Hvørji krøv verða stillaði og hvør hevur ábyrgd.
Verkligt – Kjak og smáar uppgávur veråa í bólkum og plenum

Sunlin Olavsdóttir Askildsen
Diplomverkfrøðingur
Sunlin Olavsdóttir Askildsen er útbúgvin diplomverkfrøðingur frá Ingeniørhøjskolen i Horsens. Hon hevur harumframt eina Master-eftirútbúgving í brunatrygd (brandsikkerhed) frá DTU – Danmarks Tekniske Universitet. Hon er certificera brunaráðgevi smb. “Bygningsreglementet 2018- BR18”. Sunlin hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og brunaráðgevi í Føroyum og uttanlanda.
21. apríl 2026
9. apríl 2026
8.30-15.30
Vit bjóða morgunmat kl. 09.00 og døgurða kl. 12.00 í kantinuni á Glasi, umframt seinrapartskaffi við kaku.
Undirvíst verður í reyða handilsskúlabygninginum, Janusargøta 2, Tórshavn
Kr. 2.550,-