Orkumenning av húsum
Nógvar orsøkir eru fyri at spara uppá orku – m.a veitingartrygd, fíggjarstandur og staðardálking.
Í hvørjum einstøkum húski verður 75 % av orkuni brúkt til hita og hini 11 % til heitt brúkaravatn, meðan ravmagn er 11%. Um húskini ynskja at lækka útreiðslurnar til teirra orkubrúk, eru tey noydd at betra um teirra húsabjálving og/ella hitaskipan. Eina tílíka betring er góð orsøk til serliga at varnast í teimum førum, har t.d ein takbygging allíkavæl skal skiftast.
Handverkarar, meistarar/sveinar, við kundasambandi verða brúktir sum ráðgevarar. Tí er týdningarmikið at kunna ráðgeva rætt.
Málbólkur
Byggifrøðingar, byggikonsulentar, verkfrøðingar, arkitektar, sýnsmenn, handverkarar, tryggingarfeløg, sethúsasølur o.l.
Endamál
Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakaranum møguleika og “amboð” at geva eina góða heildarráðgeving og harvið kunna veita meiri sølu og nøgdar kundar.
Innihald
- Hitalæra
- Orku-endurnýggjan av eldri og gomlum bygningum
- Verkligar royndir
Annað
Vit bjóða skeið um "Rot, blámusoppur og skaðadjór í træbyggingum" beint innan hetta skeiðið byrjar. Tað eru evni í skeiðnum um Rot, blámusoppur og skaðadjór sum dregur paralellur til hetta skeiðið. Um ein ikki orkumennir á rættan hátt, er vandi fyri, at trupuleikar stinga seg upp við bygnings- og blámusoppum.
Tað verður latið ein avsláttur uppá 20%, til annað skeiðið, um ein teknar seg til bæði skeiðini.
STUÐUL
Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.
Reglugerðin fyri Vitan og umsóknarblað er viðheft niðanfyri.
Tak niður
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Tekniska økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira