Grundskeið í Sigma
Inngangur
Brúkar tú vanligt rokniark ella líknandi forrit til dagliga tilboðsútrokning v.m., og hevur tú ringt við at hava yvirlitið, ella hevur tú varnast villur í vanliga rokni-arkinum?
Staðfest er, at 90% av útrokningum í vanligum rokniarki hava villur í.
Sigma er avloysarin, ið kann hjálpa tær.
Til hetta skeiði er neyðugt at hava egna teldu við.
Málbólkur
Byggivinnan
- Arbeiðstakarar: Stórir sum smáir
- Rágevarar
- Byggiharrar
Tryggingarfeløg
Kommunur
Endamál
Betri samskifti, skapar eitt betri samarbeiði og betri yvirlitið er, skapar hetta betri stýring.
Við Sigma fær tú eina størri trygd í tínum útrokningum. Tú skal ikki hugsa um, um tú hevur fingið alt við. Hetta klárar Sigma fyri teg.
Við Sigma er møguligt at fara heilt niður í smálutir við tínari útrokning. Tú velur eisini sjálv/ur, hvat brúkarin skal síggja av útrokningini.
Møguligt er at síggja m.a. tímanýtslu, tilfarsnýtslu og mangt annað.
Fleiri kunnu arbeiða á somu verkætlan samstundis.
Tað er altíð møguligt at gerða broytingar. Eisini tá tú ert liðug/ur við útrokningina, er tað sera ómaksleyst at gerða broytingar.
Við Sigma er tað lætt at yvirføra "exportera" tína útrokning til m.a. Excel, Word og MS-Projekt.
Innihald
Í skeiðnum kemur luttakarin at rokna uppá eini sethús.
Hetta kemur luttakarin m.a. at læra:
- Brúkaraflatu
- Upprættan av einum prosjekti
- Útrokningarmøguleikar
- Regulering av viðbót o.a.
- Upprættan av prísdatabasu
- Importering av Excel
- Gera rapportir
- Exportera til Excel, Word og MS-projekt
Meira um Sigma kann síggjast inni á: http://codegroup.eu/
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið
hevur tín áhuga. Skeiðið verður fyriskipað, treyta av nøktandi
luttøku. Fráboðanin er óbindandi.
Tekniska økið
Komandi skeið
-
Málsviðgerð - Fyrisitingarútbúgvingin
05.10. 2020 - 14.12.2020
-
Fyrisitingarlógin/Málsviðgerð o.a.
27.01.2021 - 28.01.2021
-
Grundleggjandi prosjektleiðaraskeið
19.03.2021 - 26.05.2021
Fá tíðindabrøv
Ynskir tú at fáa kunning tá nýggj skeið eru á skránni og annað líknandi, so kanst tú skriva teg upp til at móttaka tíðindabrøv frá okkum niðanfyri
Tíðindi
TEMADAGUR 21. FEB. 2020 - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN OG MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ 21-Feb-2020
TEMADAGUR 21. FEB. - KOMMUNOM-ÚTBÚGVINGIN - MÁLSVIÐGERÐARMODULIÐ Skeiðsdepilin ætl...
ENDURNÝGGJAN AV SVEISISERTIFIKAT 01-Jan-2020
Endurnýggjan av sveisisertifikat verður gjørd eftir avtalu og í samstarvi við Norsk Veritas. Luttakaragjaldið er ...
INNANHÝSIS LEIÐSLUMENNINGARTILGONGD 01-Jan-2020
Innanhýsis Leiðslumenningartilgongd Okkara kundar leggja alsamt meira dent á at fáa eina tænastu, ið er sett s...
Luttakandi siga
Um Prosjektleiðaraskeiðið
Skeiðið í projektleiðslu er heilt vist besta skeiðið eg havi verið á í mínum virkna abeiðslívi, ikki minst at takka frálíku skeiðshaldarunum fyri.
Skeiðið gevur innlit í týdningarmiklar mannagongdir, metodir og vegleiðingar fyri at fáa projektið at eydnast, og ikki minst fellur, ið kunnu forkoma projektinum.
Um Skeiðsdepilin
Skeiðsdepilin arbeiðir við eftir- og víðariútbúgving á Glasi í Tórshavn. Vit vilja geva tær neyðuga førleikan at fremja tey verk, sum tú hevur sett tær fyri.
Les meira