108 tímar
undirvísingartímar
108 tímar
undirvísingartímar
21. mar. 2022
skeiðsbyrjan
Kr. 23.450,-
kostnaður
Strika luttakara
Melda fleiri til skeiðið her
Kvittan fyri tilmelding er send til tín teldupostbústað.
Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?
Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.
Skeiðið er ætlað fólkið sum hava royndir innan sveising, men sum ikki hava sertifikat.
At geva luttakarunum eitt sveisisertifikat í samstarvi við Norsk Veritas.
Skeiðið er dagskeið og varar 3 vikur. Undirvísingin ferð fram á Glasi og undirvísari er Jeffri Olsen.
Veljast kann ímillin TIG-sveising, MAG-sveising ella elektrodu-sveising (Elektrodusveising av kant-og stumpseymum í plátu).
Skeiðið endar við sertifisering í samstarvi við Norsk Veritas.
Neyðugt er at hava trygdarskógvar við og arbeiðsklæði.
Det Norske Veritas útskrivar sveisisertifikatini, og hesi kosta kr. 1.500,- fyri tað fyrsta sveisicertifikati, og hareftir kr. 1.000,- fyri tey næstu. Sveisicertifikatini verða útflýggjaði, tá peningurin er goldin.
VITAN, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.
Umsiting av grunninum er :
Vinnuhúsið, Postboks 1039, 110 Tórshavn.
tlf. 30 99 00 – Teldupostur: mikkjal@industry.fo
Jeffri Olsen
Leiðandi lærari á smiðjudeildini á Glasi
Undirvíst verður frá mánadegnum 21. mars til fríggjadagin 8. apríl 2022.
08.10-15.20
Enn eru pláss eftir
Undirvíst verður á smiðjudeildini á Glasi, Janusargøta 3, Tórshavn.
Byrja verður kl. 08.10 á Glasi. Vit bjóða morgunmat á Glasi, har vit eisini fáa døgurða kl. 12.15.