Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Stylecoach/ Stylist útbúgving

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Skeiðið vendir sær til:

  • Tey, sum eru áhugaðií menniskjum, móta, stíl og snið
  • Tey, sum longu arbeiða innan hesi øki sum eitt nú sølufólk, hárfríðkari, kosmetolog ella makeup-artist og sakna dugnaskap til at kunna ráðgeva sínum kundum proffesionelt
  • Leiðarar av klædnahandlum sum ynskja at økja um søluna
  • Tey, sum droyma um eina yrkisleið  sum sjálvstøðugur stylecoach

Tíðarætlan

Úndirvísingin fer fram um kvøldið, hvørt týskvøld og fjórðu hvørja viku, eisini hóskvøld frá kl. 17.30 til 21.30. Undirvíst verður 120 undirvísingartímar frá 4. februar  til 10. juni 2014.

Endamál

Endamálið er at fyrireikað teg við øllum teim amboðum, vitan og yrkislig evni sum eru neyðug til at byrja eina væleydnaða yrkisleið sum sertifiseraður Style Coach. Dentur verður m.a. lagdur á:

  • Ráðgeving og persónlig styling
  • Litráðgeving
  • Persónligt keyp fyri kundan
  • Make-Up
  • Persónlig branding
  • Lívscoaching

Innihald á skeiðnum er m.a.: 

  • Tú lærir at kenna tína stílkjarnu (stiltype), og tú fært amboð til at finna stílkjarnuna hjá einum kunda
  • Tú fært amboð til at kenna tær ymisku kropstypurnar; hvat skal gerast sjónligt og hvat skal goymast
  • Strategi til tað fullkomna klædnaskápið
  • Tú lærir um ymisk merkir
  • Tú fært vegleiðing í val av litum og brúk av farvum
  • Tú lærir at velja klæði og accessories, soleiðis at tú kanst styla á ymiskar nýggjar hættir
  • Tú fært vegleiðing um hár og smyrsl
  • Tú fært vegleiðing í, hvussu tú byggir upp ein kundaskara upp
  • Tú lærir at geva kundanum amboð til at sleppa undan feilkeyp
  • Tú lærir um coaching, soleiðis at tú setir rættar spurningar til kundan
  • Tú fært eina stylistmappu á virði kr. 2.000,-        

Undirvísingarháttur

Undirvísingin er løgd til rættis við bæði fyrilestrum, venjing, kjak og uppávum. Vit arbeiða í bólkum og sum pør. Millum undirvísingartímarnir er eisini heimaarbeiði, har tú fært høvið at fordjúpa teg enn meira í teimum ymisku evnunum, sum eru viðkomandi fyri útbúgvingina.

Próvtøka

Útbúgvingin endar við eini skrivligari og eini verkligari próvtøku og eftirfylgjandi eini einstaklinga meting (Feed Back) av próvtøkuavrikinum. Tú fært eitt stylecoach-sertifikat sum prógv uppá at tú hevur staðið próvtøkuna.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið