Ávaring

Tú missir tað, tú júst hevur tøppa inn.
Ynskir tú at sløkkja?

Ja
Nei
Skeiðið kann umbiðast

Rot, Blámusoppur og skaðadjór í træbyggingum

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið

Bygningssoppur og træoyðandi smákykt kunnu vera ein stórur trupuleiki hjá berandi træbyggingini av bygningum. Blámusoppur niðurbrýtur ikki styrkina hjá træbyggingum munandi, men kann skapa álvarsamar trupuleikar við inniluftini.

Blámusoppur nørist serliga væl í bygningum, har luftvætan lutfalslig er stór. Eldri og gamlir bygningar hava ofta veggir við kuldabrúm, ótættar og / ella skeivt gjørdar dampsperrur, vánaliga útluftaðar tekjur og krúpukjallarir og kjallarir, sum leiða fukt uppeftir í húsunum. Blámusoppur sæst tó eisini í nýggjum tættum og vælbygdum bygningum, har m.a. ikki verður lufta nóg væl út. Eisini kann blámusoppur stava fra sjálvari byggingini, har byggitilfarið hevur havt ov stórt innihald av vætu, tá ið tað bleiv bygt inn í konstruktiónina.

Málbólkur

Byggifrøðingar, byggikonsulentar, verkfrøðingar, arkitektar, sýnsmenn, handverkarar, tryggingarfeløg, sethúsasølur o.l.

Endamál

Endamálið við skeiðnum er, at geva luttakaranum møguleika at umvæla eftir álop av bygningssoppi, blámusoppi og smákyktum á ein trygdarálítandi hátt. Haraftrat lærir luttakarin at staðfesta skaðaorsøkir og luttakarin lærir samstundis, hvussu hann lætt kann úttaka royndir til nærri kanning.

Skeiðið gevur luttakaranum eisini møguleika at skilja tær ymsu orsøkirnar til blámusoppa-álop í bygninginum.

Innihald

  • Tilfarslæra
  • Fuktlæra
  • Bygningssoppar, blámusoppur og blámusoppakanningar
  • Endurnýggjan av bygningum sum hava verið ella eru undir álopi av blámisoppi vm.
  • Flogkykt, har ímillin fýrur

Annað

Vit bjóða skeiðið “Orkumenning av húsum” aftaná hetta skeiðið er endað. Tað eru evni í skeiðnum “Orkumenning av húsum”, sum dregur paralellur til hetta skeiðið. Um ein ikki orkumennir á rættan hátt, er vandi fyri, at trupuleikar stinga seg upp við bygnings- og blámusoppum.

STUÐUL

Vitan, sum er eftirútbúgvingargrunnur undir Føroya Handverkarafelag/Landsfelag Handverkannna og Føroya Handsverksmeistara felag kann lata stuðul til skeiðið, um treytirnar fyri stuðli eru uppfyltar.

Reglugerðin fyri Vitan og umsóknarblað er viðheft niðanfyri.

Hetta skeiðið er ikki á skránni. Her kanst tú boða frá, um skeiðið hevur tín áhuga. Fráboðanin er óbindandi.

Umbið skeið